Fyrst samtykti bygdarráðið í Leirvík at gera vegin til Norðoyatunnilin niðan fyri bygdina. Nú hevur bygdarráðið samtykt at gera hann oman fyri bygdina. Á fundi í gjárkvøldið samtykti ein tepur meiriluti av bygdarráðnum, at vegurin til og úr Norðoyatunlinum skal flytast niðan á Brekkur, sum er niðan fyri fótbóltsvøllin.
Upprunaliga samtykti bygdarráðið, at vegurin skuldi gerast niðri í bygdini, men tann 9. mars samtykti ein tepur meiriluti at heita á Løgtingið um at broyta løgtingslógina, og tí mátti bygdarráðið eisini samtykk flyta vegin niðan um bygdina.
-Løgtingið fer skjótt í summarfrí, og Landsverk er til reiðar at gera vegin eftir upprunaligu samtyktini, og tí hevur málið skund, viðgongur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri, við Útvarpið.