Syrgiliga hendingin í Saksun í gjár hevur kravt eitt mannalív, meðan hin maðurin, sum datt, liggur á Landssjúkrahúsinum illa meiðslaður.
Vanlukkan hendi, meðan eitt ferðalag við serligum áhuga fyri plantuvøkstri vitjaði í Saksun at hyggja at tí, sum har er. Sostatt vóru fleiri fólk til staðar, tá ið vanlukkan hendi. Sambært løgregluni hevur hetta viðført, at Tilbúgving Føroya hevur verið í málinum.
Tí í gjárkvøldið skipaðu tey fyri átaki fyri hinum fólkunum í ferðalagnum. Hesi fingu okkurt tilboð um sálarliga hjálp, tí givið er, at slík ógvuslig sjón kann seta síni spor.
Løgreglan sigur tó, at eingin av teimum í ferðalagnum sá hendingina, tá ið báðir menninir duttu niður, og enn hevur tað ikki borið til at avhoyra 79 ára gamla mannin, so vónleyst er at vita við vissu, júst hvat hendi.
- Vit kunnu tó staðfesta, at einki kriminelt er farið fram, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.