Tann 79 ára gamli maðurin, sum datt í Saksun mikudagin, er nú fluttur til Danmarkar. Tað veit kringvarpið at siga.
Løgreglan er enn ikki komin nærri at, hvat hendi hendan dagin, tá ið tveir mans duttu 10 metrar niður í Saksun. Annar maðurin lat lív, meðan hin meiðslaði seg illa.
Tó so er tann 79 ára gamli maðurin so mikið væl fyri í dag, at hann er fluttur á sjúkrahús í Danmark. Ferðaliðið, sum hesir báðir menninir vóru saman við í Saksun hendan lagnudagin, vóru í Føroyum við tí fyri eyga, at hyggja nærri at plantuvøkstri í landinum. Tað var í hesum sambandi, at ferðalagið var farið til Saksunar mikudagin.










