Omandottin ferðafólk: Báðir álvarsliga skaddir

Tveir mans duttu oman í Saksun fyrr í í dag. Talan er um útlendsk ferðafólk, sum vóru farin ein gongutúr í fjøllunum. Óhappið hendi í Svínagjógv, norðan fyri Heljardalsá í Saksunardali.

 

 

 

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at báðir hava meiðslað seg illa, tó løgreglan enn ikki veit, júst hvussu álvarsom støðan er. 

 

 

 

Les eisini: Ferðafólk omandottin: Uttan vit á Landssjúkrahúsið

 

 

 

Báðir duttu teir nakrar metrar niður. Støðan hjá teimum er ikki góð og teir hava báðir smekkað høvdið í. 

 

 

 

 

Sjúkrabilur og tyrla vórðu send á staðið og menninir eru fluttir á Landssjúkrahúsið, har teir fáa viðger nú. Annar persónurin, sum var uttan vit, bleiv fluttur við tyrluni á Landssjúkrahúsið. Hin varð fluttur við sjúkrabili.