Ómaksleyst hjá VÍF

Teir næst bestu hjá H71 fingu ikki gjørt stórvegis við vestmenningar

Menninir hjá VÍf eru væl ávegis í royndunum at spæla seg í hálvfinaluna í steypakappingini. 

 

Í dag vitjaðu vestmenningar í Hoyvík, har eykaliði hjá H71 tók ímóti, og her gjørdist talan um væntaða favoritt-sigurin.

 

VÍF hevði tamarhald á dystinum frá byrjan til enda, og høvdu teir havt tað fyri neyðini, kundi sigurin helst verið greiðari.

 

H71 2 - VÍF 20-29 (6-11)