OM-vinir líta aftureftir og frameftir

Danmark: Tey seinastu fimmti árini hava føroyingar í hópatali verið við skipunum hjá Operation Mission.

Nú er ætlanin at savna øll hesi aftur, millum annað fyri at tosa um farnar dagar og ta spennandi vitjanina í summar, tá nýggja flaggskip teirra »Logos Hope« kemur til Keypmannahavnar. Tiltakið verður leygarkvøldið í Rødovre, og her fer Mike Hey, sum hevur ábyrgdina av lívi og trivnaði umborð á skipinum verður við. Vónað verður, at nógv fólk verða við til tiltakið, eisini føroyingar sum ikki hava smæðst burtur sum manning við OM-skipunum.