Dagarnar 26. og 30. november vitja leiðarin fyri Operation Mobilisation (OM) í Danmark, Børge Klit Johansen, og leiðarin fyri skipatænastuni hjá OM, Dale Rhoton, í Føroyum. Teir fara at luttaka á fundum í Havn, Klaksvík og í Eysturoynni, har teir m.a. fara at greiða frá arbeiðnum hjá OM.
Ein altjóða felagsskapur
OM er ein altjóða kristin felagsskapur, sum hevur til endamáls at boða evangeliið kring allan heim. Hetta verður gjørt m.a. við skipunum »Doulos« og »Logos II«.
Fleiri føroyingar hava gjøgnum árini verið úti og virkað við OM, og skipað verður tí eisini leygarkvøldið fyri samkomu fyri fyrrverandi OM?arar.
Í løtuni eru tríggir føroyingar við skipunum.
Trupult at finna
útbúgvið sjófólk
Seinastu tíðina hevur tað verið sera trupult at finna útbúgvið og roynt fólk til skipini at vera á brúnni, maskinmeistararúminum ella dekkinum. Hetta hevur ført við sær, at »Doulos« í einar tveir mánaðir fyri tað mesta hevur ligið stilt.
Vónað verður, at hendan vitjanin fær kveikt hugin í fleiri føroyskum sjómonnum at fara ein ella fleiri túrar til skips við »Doulos« ella »Logos II«.
Umboðsmaður fyri OM í Føroyum er Hjørleif Vang í Kaldbak.