OM Føroyar skal hava nýggja leiðara

Leiðararnir síðstu árini hava lagt frá sær.

OM Føroyar skal hava ein nýggjan dagliga leiðara. Tað er greitt, aftaná at Anita og Oddmar Tausen, ið hava havt dagliga leiðsluna um hendi síðstu fýra árini, hava boðað nevndini frá, at tey leggja frá sær.


Á heimasíðuni hjá felagsskapinum takkar nevndarformaðurin í OM Føroyar, Heri Kjærbo, fyri tað arbeiðið, ið fráfarandi leiðararnir hava gjørt.


- Vit eru ómetaliga takksom fyri alla ta orku, sum Anita og Oddmar hava lagt í OM arbeiðið síðani 2006, skrivar nevndarformaðurin og leggur afturat.


- Anita og Oddmar eiga stóran leiklut í, at OM arbeiðið er ment so nógv hesi seinastu árini. So at siga á øllum økjum er virksemið ment innan altjóða missión. Hetta hevur eisini stóran týdning fyri alt samkomu- og missiónsarbeiði runt landið.


Tað er enn ikki greitt hvør tekur yvir dagligu leiðsluna av felagsskapinum, men er nevndin farin undir tilgongdina at seta nýggjan leiðara, ið verður settur skjótast til ber.