Yvirgangsmaðurin, sum legði atsóknina ímóti olympisku leikunum í Múnchen til rættis í 1972, er nú deyður. Mohammed Oudeh var 73 ára gamal, nú hann í gjár doyði á sjúkrahúsi í Damaskus, høvuðsstaði í Sýria, av tí av nýrasjúku, skriva útlendskir miðlar.
Í eini bók, sum kom út í 1999 við heitinum ?Úr Jerusalem til Múnchen?, viðgongur hann, at tað var hann, sum legði tiltiknastu yvirgangsatsóknina í søguni til rættis.
Hann var ein oddamaður í yvirgangsbólkinum, Svarti September, sum leyp á leguna hjá ítróttarfólkunum úr Ísrael, ið vóru við í olympisku leikunum.
Atsóknin kostaði 11 ísraelskum ítróttarfólkum lívið. Harafturat doyði allir fimm yvirgangsmenninir, umframt ein týskur løgreglumaður.
Mohammed Oudeh, sum eisini gekk undir navninum, Abu Daoud, angraði ongantíð atsóknina, tí til sín doyggjandi dag tvíhelt hann um, at ísraelsku ítróttarfólkini vóru lóglig, hernaðarlig mál.
Í kjalarvørrinum á yvirgangsatsóknini, beindu ísreaelar fyri fleiri palistensiskum leiðarum, sum teir høvdu undir illgruna fyri at hava lagt atsóknina til rættis.
Roynt varð eisini at gera av við Mohammed Oudeh, men hann slapp livandi frá eini morðroynd, tá ið skotið varð eftir honum á eini kafé í polska høvuðsstaðnum Warszawa í 1981.
Dóttir hansara segði við AP tíðindastovuni í gjár, at hann skal jarðast í einum kirkjugarði fyri martýrar í Damaskus og hon gevur honum tað eftirmæli, at hann var eitt stórmenni, ein elskuligur og heilhugaður maður, sum droymdi um at sleppa aftur til Palestina at búgva.
Mohammed Oudeh er sannførdur um, at atsóknin í Múnchen var avgerðandi fyri áhugamálini hjá palestinum.
Hetta var ein yvirgangsatsókn, sum varð varpað beinleiðis inn í hvørja stovu kring allan heimin ígjøgnum sjónvarp.
- Áðrenn Múnchen, hevði ongin hoyrt um Palestina, hevur hann sagt.









