Klaksvík:
Arne Nielsson kemur hendanvegin á vitjan hjá Norðoya Sparikassa. Eitt av starvsfólkunum í peningastovninum og stjórin sjálvur, Eyðfinn Reyðberg, hava hoyrt Arne Nielsson og vórðu so hugtikin av honum, at tey fóru í gongd við at fáa hann at koma hendanvegin.
Gunnar Nolsøe, marknaðarleiðari í sparikassanum sigur, at ætlanin er at hann skal halda tríggjar fyrilestrar, meðan hann er her. Ein verður mikukvøldið fyri ítróttinum. Har hava tey so boðið umboðum fyri feløg inn, umframt at tey smærri feløgini somuleiðis fáa høvi til at hoyra hansara fyrilestur.
Hóskvøldið verður so boðið alment til fyrilestur, har tað kanska serliga verður handils- og vinnulívið, sum kemur.
Fríggjakvøldið fer Arne Nielsson so at halda fyrilestur fyri starvsfólki og nevnd í Norðoya Sparikassa.
Somuleiðis er ætlanin, at hann skal vitja Klaksvíkar Róðrarfelag antin hósdagin ella fríggjadagin og halda fyrilestur fyri rógvarunum.
? Vit hildu, at tað er so líka til, at hann heldur fyrilestur fyri rógvarunum eisini, tí hann er jú olympiskur vinnari í rógving, greiðir Gunnar frá. Hann væntar ikki, at hetta, sum sparikassin er farin í holt við, verður nakað eindømi.
? Okkara áhugi í hesum er jú, at vit fáa nakað sjálvi burturúr, samstundis sum at vinnulív, ítrótturin og onnur eisini fáa nakað, sigur Gunnar.
Arne Nielsson telist millum fremstu fyrilestrarhaldararnar í Danmark og er annars seniorpartnari í fyritøkuni, Cultivator Couching, hvørs endamál er at menna organisatión, leiðslu, innanhýsis góðsku og samstarv.
Sum rógvari hevur hann rokkið betur úrslit enn tey flestu. í 1992 vann hann eitt gull og eitt silvurheiðursmerki á olympisku leikunum í Barcelona, eins og hann somuleiðis hevur luttikið í heimsmeistarakappingum í rógving við góðum úrslitum.
Fyrilesturin hjá Arne Nielsson eitur sum sagt Viljen til sejr, og her kemur hann serliga inn á, hvussu ein setur sær mál og røkkur teimum.










