Olympisku leikirnir settir

 

Eftir eitt stórt og flott show er OL 2012 sett. Tað var bretska drotningin, ið setti leikirnar, meðan sjey ungir íðkarar fingu heiðurin av at tendrað tann olympiska eldin.

 

Framførslan á Olympiska leikvøllinum í London taldi fólk sum fótbóltsspælaran David Beckham, Tour de France vinnarin Bradley Wiggins og Daniel Craig, sum er best kendur sum James Bond.

 

Hetta er fyrstu ferð, at øll londini hava kvinnuligar íðkarar og tað var lagt dent á í taluni hjá høvðusfyriskiparanum fyri OL 2012.