Hilmar Jan Hansen
hilmarjan@sosialurin.fo
Altjóða olympiskur limaskapur vildi havt nógvar fyrimunir við sær fyri føroyskan ítrótt. Ein partur av tí er førleikamenning og átøk av ymsum slagi, men ikki minst hevði fíggjarligi fyrimunurin verið stórur og sjónligur, tí ein partur av inntøkunum hjá IOC fer í ein stuðulsgrunn, ið lutar út pening til limalondini eftir ávísum lutfalli.
Hartil kemur so, at Føroyar sum olympiskur limur kundu verið við í eitt nú europeisku leikunum fyri smátjóðir, sum eru leikir fyri olympisk limalond, ið hava færri enn eina millión íbúgvar. Har kappast Andorra, Ísland, Kypros, Liechtenstein, Luxembourg, Malta, Monako, Montenegro og San Marino, og eingin ivi er um, at føroysk ítróttarfólk væl og virðiliga kundu bjóðað av her.