Børnini í barnaskúlanum á Sandi halda í hesum døgum olympiskar dagar.
Í morgun var skrúðgonga gingin úr skúlanum út á Ljósafløtt, har olympisku dagarnir vóru settir av Jógvan Olsen.
Síðani varð farið oman á Sand í góðveðrinum at kappast við hvørjum øðrum, ikki ímóti hvørjum øðrum, í ymsum ítróttargreinum.
Sands skúli hevur ungar og dugnaligar lærarar, sum ikki smæðast at brúka nógva orku upp á at finna uppá við børnunum, siga tey heiman av Sandi.
Olympisku dagarnir verða í morgin afturat, og síðani nærkast summarfrítíðin av álvara.