Tann olympiski eldurin kom í kvøld við einum British Airways-flogfari úr Athen til Coldrose-flogvøllin í Cornwall í Onglandi. Við í flogfarinum vóru nakrir serligir gestir, teirra millum fótbóltsstjørnan David Beckham (myndin) og Anna prinsessa.
Eftir at flogfarið hevði sett seg, kveikti David Beckham tann gylta kyndilin, sum nú fer á eina 13.000 kilometrar langa ferð kring Bretland. Umleið 8.000 fólk skulu bera kyndilin, og tann fyrsti er siglarin Ben Ainslie, sum hevur vunnið olympiskt gull í finnjollu.
Tann langa ferðin við kyndlinum endar á tí nýggja olympiska leikvøllinum í London fríggjadagin tann 27. juli, tá leikirnir verða settir.










