Olympiski býurin setir met í smittutilburðum

- Heldur vøksturin fram, verður støðan um minni enn tvær vikur nógv verri enn í triðju smittubylgjuni.

 

 

Olympiski býurin, Tokyo, hevur nú tríggjar dagar á rað sett mett í koronu-tilburðum, síðan farsóttin tók seg upp.

 

Í dag - hósdagin - eru skrásettir 3865 nýggir tilburðir í býnum, og tilburðirnir eru støðugt øktir síðan í juni.

 

- Um vøksturin heldur fram, verður støðan um minni enn tvær vikur nógv verri enn í triðju smittubylgjuni.

 

Tað siga lokalir myndugleikar í býnum.

 

Týsdagin og mikudagin setti Tokyo eisini met í skrásettum tilburðum, og í dag eru tølini enn størri.

 

Metið seinastu tíðina var mikudagin við 3177 nýggjum smittutilburðum, men í dag er talið uppi á heili 3865.