Olympiaduliðið úttikið

37. Talvolympiadan verður í Torino í døgunum 20. mai - 4. juni 2006. Føroyska landsliðið er sterkt og fer eftir metinum frá OL 1994

Talv

Á heimasíðuni hjá Talvsambandi Føroya, stendur soleiðis skrivað: "Føroyar luttaka við einum sera spennandi hópi. Vónirnar og ikki minst vánirnar eru av tí sama rættiliga góðar fyri einum munadyggum úrsliti. Á fyrsta sinni luttaka vit við 2 IM´arum og annars einum blandingi av (rættiliga) royndum og nýggjum spennandi kreftum".
Rætt er. Hóast nøkur avboð, millum annað frá Heina Olsen, er liðið rættiliga sterkt og áhugavert. Málið er sum altíð at fáa 50 % ella meira. Stigarmetið er frá 1994, tá ið Føroyar fingu 52,7 %. Við manningini í ár eigur at verða møguligt at fáa eitt úrslit, ið líkist metinum.
John Arni Nilssen - sum nú hevur fingið staðfest sítt heiti sum altjóða meistari - er eitt vala umboð á 1. borði. Hann var ikki við á seinastu olympiadu í Mallorka í 2004, men í Bled, Slovakia í 2002, fekk hann 50 % á 1. borði og stóð harvið ruddiliga sína roynd sum generalur.

Niðanfyri sæst, hvussu liðið er mannað. Føroyska ratingtalið er tað fyrra í klombrini og tað seinna upplýsir altjóða ratingtal teirra.

OL-liðið 2006
1IM John Arni Nilssen, 31 ár(2368) (2356)
2Martin Poulsen, 22 ár(2338) (2325)
3IM John Rødgaard, 51 ár(2323) (2344)
4Helgi Dam Ziska, 15 ár(2306) (2306)
5Hans Kristian Simonsen, 22 ár (2178) (2295)
Føroymeistarin Martin Poulsen mannaði 1. borð í seinastu olympiadu og fekk heiðurlig 4 stig av 11 møguligum. Í ár sleppur hann at royna seg sum næstovasta umboð. Martin svimur í løtuni í góðum stima og fær allarhelst gott úrslit á 2. borði.
John Rødgaard hevur síðani 1984 telvað 128 OL-talv fyri Føroyar. Heili 73,5 stig ella 57,4 % er úrtøkan. John er og verður helst í mong ár álitið á føroyska liðnum. Á 3. borði fer hann væntandi at vinna Føroyum mong stig.
Fjórði maðurin á liðnum er Helgi Dam Ziska. Havnarmaðurin hevur mál, mið og rættan hugburð. Framgongdin er støðug, tveir normar eru fingnir til høldar, og ung eru árini. Eins og Rødgaard fer Helgi helst at verða stigslúkari á liðnum.
Fimti maðurin, og harvið eykamaðurin, ætlar at fóta sær eftir vánaligu gongdina í seinastuni. Hans Kristian Simonsen fekk bert eitt 6. pláss í FM á páskum. Í liðkappingini gekk tað heldur einki serligt hjá honum og liðnum úr Kollafirði, sum flutti niður í 2. deild. Hans Kristian er ein sokallaður "humørtelvari". Fær hann góða kappingarbyrjan, eru nærum eingin mørk fyri góðum úrsliti.
Ferðaleiðari og liðleiðari verður Finnbjørn Vang, varaforseti í Talvsambandi Føroya.

CorpSoft Nordic Cup
Illa gekst Flóvini Tór Næs í CorpSoft Nordic Cup, sum varð telvað í Keypmannahavn. Flóvin var styrkismettur nummar fimm av teimum tíggju telvarunum í kappingini, men hann endaði aftastur saman við einum dana við 2 stigum.
Flóvin fekk eina keðiliga byrjan við fýra nullum. Hann vann tó eitt vælleikt talv ímóti Esben Lund (2290) í 7. umfari. Flóvin missir umleið 45 stig á føroyska ratinglistanum.
Sviin Emil Hermansson (2441) vann sannførandi Nordic Cup við 8 stigum, meðan Simon Bekker-Jensen (2395) og Ole Jakobsen (2388) býttu 2. plássið við 5,5 stigum.