Væl mannað sløkkilið við flogførum og tyrlum royna at basa skógareldunum á Peloponnes og aðrastaðni í Grikkalandi, men uppgávan tykist næstan óloysilig, skrivar Reuters úr Athen. Higartil hava minst 61 fólk latið lív í teimum ógvusligu eldunum, sum nú herja næstan helmingin av øllum landinum.
Um vikuskiftið var um reppi, at skógareldarnir breiddu seg til søguliga staðið Olympia, men tað eydnaðist sløkkiliðunum at forða tí í síðstu løtu. Tað var í Olympia, at teir fyrstu olympisku leikirnir vóru í árinum 776 fyri okkara tíðarrokning, og tað er har, tann olympiski kyndilin verður kveiktur annaðhvørt ár undan teimum olympisku summar- og vetrarleikunum.
Griksku myndugleikarnir hava illgruna um, at fleiri av skógareldunum kunnu vera ásettir, og borgarstjórin í Athen hevur sagt, at talan kann vera um yvirgang. Leygardeagin varð ein 65 ára gamal maður tikin og skuldsettur fyri at hava sett eld á nærhendis býnum Areopolis, og minst tíggju onnur fólk hava verið til avhoyringar.
Myndugleikarnir hava lýst undantaksstøðu, og 40 bygdir liggja oydnar, tí alt fólkið er flutt burtur haðani. Umleið 1.000 sløkkiliðsmenn, 425 hermenn og 16 flogfør umframt fleiri tyrlur royna at basa eldunum. Onnur evropeisk lond hava sent 13 flogfør og tyrlur at hjálpa griksku sløkkiliðunum.