Í gjárkvøldið var 26 ára gamli Olvheðin Jacobsen úr Hvannasundi á palli í íslendska Grand Prixnum. Olvheðin, sum gongur á tónleikaskúla í Íslandi, var ein av kórsangarunum hjá Ernu Mist Pétursdóttir.
Íslendska Grand Prixið er býtt upp í tvær innleiðandi kappingar. Seks sangir eru í hvørjum innleiðandi umfari, og tríggir sangir koma í finaluna frá hvørjum umføri.
Erna Mist Petursdóttir sang sangin Skuggamynd, og framførslan gekk væl. Tað var tó ikki nóg mikið til at koma í finaluna, tí tríggir aðrir sangir vórðu valdir fram um.
Næsta vikuskiftið skal Kristina Bærendsen luttaka í seinnu innleiðandi kappingini í íslendska Grand Prixnum. Hon syngur duett saman við Páll Rósinkranz.