Sangarin skal spæla á Summar Festivalinum fyri fyrstu ferð, skrivar festivalurin í tíðindabrævi. Olvheðin Jacobsen hevur verið virkin innan kirkju og samkomur og hevur skrivað fleiri sangir, sum verða sungnir í samkomum. Hann hevur eisini spælt í øðrum samanhangum – eitt nú var hann við í teaturkonsertini Rósu Mariu, og hann sang kór hjá luttakara í íslendska Eurovision fyrr í ár.
Olvheðin hevur seinastu tíðina gingið á tónleikaskúla í Reykjavík og skal nú fyri fyrstu ferð spæla sum solistur á Summar Festivalinum.
- Tað er ein góð kensla, og eg kenni tað sum eina viðurkenning av tí, sum eg fáist við, sigur Olvheðin Jacobsen. Sí samrøður, sum Summarfestivalurin hevur gjørt við Olvheðin Jacobsen, við at trýsta á pílin á myndini.