Óluva Skaale 75

Í gjár, 13. desember, fylti Óluva Skaale 75 ár. 

 

Óluva er dóttir Marius og Fridu Absalonsen úr Vági. Sum ung fór hon til Havnar at ganga í studentaskúla og síðani á Læraraskúla. Har hitti hon Jóannes, sum hon giftist við. Hann doyði í 2012. Óluva eigur fýra børn og tíggju ommubørn.

 

Síni bestu arbeiðsár nýtti Óluva til at undirvísa næmingum, sum antin høvdu tað trupult í fólkaskúlanum ella bóru likamlig ella mental brek. Henda uppgáva var fyri hana nógv meira enn eitt starv. Hon knýtti tøtt og lívslong bond til hesi børn og teirra familjur, og í mong ár hevði hon eisini næmingar búgvandi við hús, og undirvísti teimum heima í køkinum.


Úrslitini vóru góð, og hjá fleiri mundi ídnið og tolið hjá Óluvu gera, at tey, hóast truplar fortreytir, komu væl fyri í lívinum.

 

Hetta kundi ofta vera stuttligt. Næmingarnir vóru ikki allir so vanir við disiplin, og tí kundu onkrir smærri samanbrestir vera. Einaferð hevði ein drongur hug at sovna niður á køksborðið.

- Tú kanst ikki leggja teg at sova nú, sigur Óluva. 

- Nei, tað kann eg ikki - men tað hevði eg kunnað vissi tú helt tín kjaft eina løtu, svaraði drongurin.

 

Ein annar bannaði og blótaði niður yvir lesibókina, sum skuldi tveitast av svarta heitanum til. 
- Nú nú sigur Óluva. Tú nýtist ikki at bannast so illa.
- Jú for svartasta. Eg noyðist, svarar drongurin.
- Noyðist? Hví noyðist tú tað?
- Tí annars halda fólk meg bara vera babtist!

 

Hóast hon er ikki er av størstu kvinnum, tók Óluva sær ofta sær av teimum mest buldraligu dreingjunum - sum viðhvørt eisini kundu vera harðligir.


- Teir vita, at eg eri góð við teir. Tí gera teir mær einki, segði hon einaferð. Hetta var tann grundhugsan, sum hennara pedogogikkur hvíldi á.

 

Hóast hon er komin upp í árini er áhugin fyri lívinum og umstøðunum hjá øðrum - um tað er familja, kenningar ella treingjandi fólk burturi og heima - tann sami sum altíð. Og ynskið um at gera ein mun er líka sterkt sum tað var.


Umframt lærarayrkið mann Óluva vera best kend fyri kókibókina Matur og Matgerð, sum hon skrivaði saman við Mariusi Johannesen. Hon ger framvegis nógvan mat. Mest klassiskan føroyskan - men henni dámar eisini væl at royna ymist nýtt.


Av øðrum kann nevnast at hon hevur staðið fyri barnaútvarpinum, týtt barnabøkur, og verið uppi ymiskum sosialum arbeiði - m.a. í sambandi við brekalegurnar á Zarepta.


Í fjør greiddi Óluva frá sínum virkna lívi í fimm Meg minnist-sendingum, sum Jógvan Arge legði til rættis.


Tey, sum hildu at hon fór at binda frið tá hon kom upp í sjeytiárini, fóru skeiv. Hon er virkin frá morgni til myrkurs. Farnu árini er hon eisini farin at ferðast meira enn áður, bæði innlendis í Føroyum og uttanlands. Føðingardagin helt hon til dømis í Edinburgh saman við dóttrini.