Oluffa samskipar garasjuna

Inni í einum hugnaligum bilhúsi, tætt við sandin í Syðrugøtu, er eitt hugnaligt høli innrætta.

Staðið, sum verður rópt garasjan hjá Kemma, er eitt stað, har øll tey sjálvbodnu á G! festivalinum kunnu samlast, fáa hitan, og ein bita niðurum. Tað eru pensjónistar í Eysturkommunu, sum smyrja breyð, bollar ella baka eina kaku, sum so gevur teimum armband til festivalin. 

Oluffa Joensen, sum samskipar garasjuna, sigur, at hetta er ein sokallað “win win” støða fyri festivalin, tí at fyrireikarnir sleppa undan at keypa mat til tey sjálvbodnu, og umframt tað, so eru nógvir av pensjónistunum við til at hjálpa fólki inni á økinum. Hetta kann vera fólk, sum eru komin illa fyri ella tørva hjálp til eitthvørt.

Oluffa greiðir frá, at tað í ár eru 39 pensjónistar, sum veita mat til tey sjálvbodnu. G! byrjaði hetta átakið í 2009, og síðani tá hevur tað verið á hvørjum árið, og sigast má, at garasjan hevur verið sera væl vitjað. 

 

##med2##