Oluffa flýgur sín seinasta túr

- Eg havi havt nógvar ymsar upplivingar umborð á okkara flogførum øll hesi árini, men eg havi ongantíð verið bangin. Tað sigur 55 ára gamla Oluffa Hansen, sum eftir 20 ár sum flogterna hjá Atantic Airways nú takkar fyri seg

Hon kennir ein stóran part av føroyingum. Enntá við navni. Ferðandi føroyingar kenna hana sum fryntligu flogternuna, ið bjóðar vælkomin umborð, greiðir frá trygdarútgerð og kemur trillandi við vogninum umborð á Atlantic. Men skjótt verður henda myndin broytt, tí Oluffa Hansen hevur valt at gevast sum flogterna í komandi mánaði.

- Í nógv, nógv ár hevur so at siga øll tilveran snúð seg um Atlantic Airways, og tað hevur verið fínt, men nú vil eg hava stundir til at taka mær av løttum og njóta tilveruna saman við manninum, sigur Oluffa Hansen.

 

Flogterna av tilvild

Tað lá annars ongantíð í kortunum, at Oluffa Hansen, sum er úr Skopun, skuldi velja eina lívsleið sum flogterna.

- Eg havi ongantíð havt ein dreym um at gerast flogterna, men tað háttaði seg bara soleiðis, sigur Oluffa Hansen, sum hevur havt sína dagligu gongd á flogvøllinum í Vágum í tilsamans 28 ár.

- Eg byrjaði í trygdareftirlitinum mitt í 80unum, tá tað skuldi byrja at virka. Tá høvdu vit ikki somu tøkni, sum tey hava í dag, minnist Oluffa Hansen og heldur fram:

- Tað kom fyri, at eg mátti biðja fólk um at stilla seg á eina vekt, fyri at vit kundu rokna út totalvektina á flogfarinum, sigur Oluffa Hansen og flennir.

Hon var í trygdareftirlitinum í góð tvey ár og fór síðani at starvast hjá Flogfelag Føroya. Her arbeiddi hon í bókhaldinum og í innskrivingini. Seks ár seinni byrjaði føroyska flogfelagið Atlantic Airways at flúgva til og úr Føroyum. - Atlantsflog tók yvir alla handling, men ístaðin fyri at siga fólkunum í Flogfelagi Føroya úr starvi, blivu nakrar broytingar gjørdar, soleiðis at vit fingu arbeiðsuppgávur hjá Atlantic, greiðir Oluffa Hansen frá.

Tann 30. marts í 1993 fekk hon prógv sum flogterna. Fyrstu árini minnist hon væl.

- Vit arbeiddu nógv, heilt ótrúliga nógv. Men mær dámdi væl. Flogvøllurin var eisini so lítil tá, so tú kendi øll, og vit vóru um ein familja. 


Skikka sær væl umborð

Nú tá Oluffa Hansen í komandi mánaði hevur sín seinasta túr sum flogterna, kann hon hyggja aftur á 20 ár við nógvum ymsum upplivingum. Sum flogterna hittir tú nógv fólk, og Oluffa Hansen sigur seg eisini kenna navnið á teimum flestu, sum flúgva javnan.

- Tú kemur at kenna kundarnar. Nøkur fólk sært tú so mikið ofta, at tú heilsar upp á tey við navni, tá tey trína umborð á flogfarið, sigur Oluffa Hansen.

Henni dámar væl føroyingar sum ferðafólk.

- Føroyingar eru nemmasta og fittasta fólkaslag at hava við at gera. Nú havi eg eisini flogið ymsar charterferðir við øðrum nationalitetum, men tað skal eingin ivi vera um, at føroyingar eru fittastu ferðafólkini, fortelur Oluffa Hansen og leggur afturat, at tað næstan ikki kemur fyri í dag, at manningin umborð á føroysku flogførunum møtir fólki, ið klaga ella havast at um einki.

- Tað er líka Atlantic-bollin, sum vit hoyrdu nógv fyri ta einu tíðina, men eg haldi, at tað var nakað, sum tey flestu ferðafólkini hóast alt bara flentu eftir, sigur Oluffa Hansen.

Tó dylir hon ikki fyri, at fólk eru ymisk, og tað upplivir tú hvønn dag sum flogterna.

- Tað eru jú nógv fólk umborð á einum flúgvara. Sum heild eru fólk í góðum lag og skikka sær væl. Men tað kann koma fyri, at til dømis kann onkur illa sálarsjúkur er við umborð og følir seg innilæstan í flogfarinum ella onkur brádliga verður illur. Tá er so okkara uppgáva at sissa viðkomandi, so frægt vit kunnu, greiðir Oluffa Hansen frá og leggur afturat, at tey hava útgerð umborð til at passifisera persónar.

- Men tað kemur næstan ongantíð fyri, tí fyri tað mesta uppliva vit at fólk hava tað gott umborð og hugna sær, sigur Oluffa Hansen.



Ongantíð bangin

Javnan hoyra vit fólk greiða frá túrum til Føroya, sum hava verið heldur buldrutir og ógvusligir. Tá Oluffa Hansen lítur aftur á allar teir túrarnar, hon hevur verið á, minnist hon ongan keðiligan túr.

- Veðrið í Føroyum er soleiðis, sum tað nú einaferð er, men fyri mítt viðkomandi so er turbulensur ein komforttrupulleiki. Eg havi altíð havt fult álit á flogskiparum og hinum stavsfeløgunum umborð, og tí kann eg erliga siga, at eg havi ongantíð verið bangin umborð, sigur Oluffa Hansen.

Men hon veit, at tað eru summi ferðafólk, sum veruliga óttast at flúgva. Og teimum skal hædd eisini takast fyri.

- Tað kemur meir enn so fyri, at fólk eru ikki meir enn innkomin í flogfarið, tá tey fortelja okkum, hvussu bangin tey eru fyri at flúgva og spyrja okkum, hvussu veðrið fer at verða á túrinum. Tá eri eg altíð erlig, og sigi sum er. Tað er jú eisini okkara uppgáva at sissa tey og fáa tey rólig, soleiðis at túrurin verður góður, hóast veðrið ikki er av tí besta, greiðir Oluffa Hansen frá og heldur fram:

- Mann skal minnast til, at fólk, ið eru bangin at flúgva, tey uppliva alt rættiliga ógvusligt. Eg havi upplivað at eg havi hoyrt ferðafólk, sum hava verið á sama túri, siga heilt ymiskt frá um flúgvitúrin. Meðan ein hevur havt ein góðan og róligan túr, kann hin hava verið hjartkiptur. 


Make-up er krav

Arbeiðið sum flogterna verður av fleiri ungum gentum hildið at vera rættiliga ljósareytt. Tað hevur Oluffa Hansen upplivað mangan, tá hon hevur lært nýggjar, ungar flogternur upp.

- Eg veit ikki hvat tað er, men tað virkar, sum summar gentur halda tað verða luksuslív at arbeiða umborð á einum flogfari. Men tað er tað als ikki. Flogternur eru fyrst og fremst umborð á flogførum orsakað av trygdini. Alt hitt, so sum at borðreiða mat og drekka, kemur í aðru røð, sigur Oluffa Hansen.

Hon vísir tó á, at tað kanska kann síggja út sum eitt lekkurt og ljósareytt arbeiði, tá tær ganga íklæddar uniformi, reyðum varrum og kinnareytt.

- Tað er krav, at vit ganga í uniforminum, soleiðis at allar eru eins. Uniformurin er rættiliga vanligur og er ikki endiliga nakað, sum skal fylgja tí nýggjasta nýggja innan móta. Tað skal vera behagiligt og síggja pent út. Og sminkan er somuleiðis eitt krav. Ljósið inni í flogfarinum ger húðina óvanliga bleika, so tí brúka vit nokkso fitt av make-up, greiðir Oluffa Hansen frá.

Sjálv heldur hon, at flogternuyrki er eins og onnur yrki, har tú arbeiðir í skiftandi vaktum.

- Arbeiðsdagarnir kunnu vera ógvuliga langir og strævnir, og til tíðir er rættiliga nógv at gera. Hinvegin er hetta eitt spennandi starv, har tú sleppur víða um og hittir nógvum ymiskum fólkum. Og tað er nokk tað, sum mær hevur dámað best við hesum arbeiðinum, sigur Oluffa Hansen.


Gift við Atlantic

Seinastu nógvu árini hava gerandisdagarnir hjá Oluffu Hansen í stóran mun snúð seg um Atlantic Airways – upp á fleiri mátar. Tað var nevnliga eisini á arbeiðsplássinum at hon fann mannin, Hans Hansen, ið var flogovasti og partur av leiðsluni í felagnum, nú áðrenn hann fór á pensión í 2006.

- Tú kanst næstan siga, at eg havi verið gift við Atlantic, sigur Oluffa Hansen, flennir og leggur afturat:

- Alt snúði seg um Atlantic, men tað bilar einki, tí vit hava bæði tvey verið góð við felagið og stórtrivist á arbeiðsplássinum. Men sjálvandi hevur prátið heima hjá okkum eisini í stóran mun verið um arbeiðsplássi, fortelur Oluffa Hansen.

Atlantic Airways hevur skyldu at syrgja fyri sjúkraflutningi, eitt nú tá álvarsliga sjúkir føroyingar skulu flytast til Danmarkar. Av tí at maður Oluffu Hansen var flogskipari og flogovasti bleiv ofta ringt heim til teirra, tá sjúkraflutningur var.

- Eg havi upplivað at staðið í køkinum jólaaftan og tikið ræst kjøt úr grýtuni, tá tað hevur verið ringt eftir okkum um at syrgja fyri sjúkraflutningi. Eg minnist serliga væl ein jólamorgun, tá eg sat umborð á flogfarinum saman við einum sjúklingi og teimum avvarandi og gav teimum heimabakað breyð við røstum kjøt sum viðskera, sum eg hevði tikið við heimanfrá, minnist Oluffa Hansen.

Hóast Atlantic ikki longur verður fastur partur av gerandisdegnum, eins og tað hevur verið seinastu 28 árini, fer Oluffa Hansen ikki at keða seg, heldur hon.

- Orsakað av skeivum arbeiðstíðum og longum arbeiðsdøgum, hava eg og maðurin ikki altíð havt so nógva tíð saman, so nú skulu vit njóta lívið saman, sigur Oluffa Hansen, sum fer frá luftini niður á havið.

- Vit hava ein seglbát, so nú ætli eg mær, at vit skulu gera fleiri túrar við honum og annars bara njóta tilveruna.