Oluf Palme CIA agentur

Fyrrverandi svenski forsætismálaráðharrin gav upplýsingar um sviar til CIA, sum eisini royndi at fáa hann til agentTá Olof Palme var ein ungur íðin studentapolitikari, gav hann samstundis amerikansku fregnartænastuni nøvn og upplýsingar á svenskum statsborgarum.

Tað skrivar Dagens Nyheder, sum hevur fingið innlit í loyndarstemplað amerikansk skjøl frá amerikansku ambassaduni í Stockholm. Skjølini avdúka, hvussu tann tá 23 ára gamli javnaðarmaðurin Olof Palme gav amerikanska diplomatinum, Robert F. Woodward, upplýsingar um svenskar vinstraaktivistar, sum høvdu tikið lut í einari kommunistiskari ráðstevnu í Prag.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Palme er settur í samband við fregnararbeiði. Í 1950-unum arbeiddi hann fyri svensku trygdartænastuna, skrivar Dagens Nyheder.

Palme varð myrdur 28. februar 1986, og morðið er ikki uppklárað enn