Olshanu-málið verður eftirmett í dag

Landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, er ikki við á hesum fundi, men hann fer at biðja um innlit í tað, sum kemur fram Í dag klokkan 13 byrjaði fundur á MRCC-støðini við Tinghúsvegin, har viðurskiftini í sambandi við skipsbrotið á Flesjunum, verða eftirmett.

Flestu partar, sum vóru við í royndini at bjarga skipinum og eftirfylgjandi uppruddingini, tá olja lak úr Olshanu, eru umboðaðir á eftirmetingarfundinum.

Landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, er ikki við á hesum fundi, men hann fer at biðja um innlit í tað, sum kemur fram.

- Á fundinum fara ymisku partarnir at lýsa, hvussu teir upplivdu átakið, og ætlanin er, at tey, ið við eru til eftirmetingina, skulu hava høvi at tosa opið um viðurskiftini, sigur Bjørn Kalsø.