Olshana skal kannast til botns

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum vil hava tvær frágreiðingar um tilburðin við russiska trolaranum Fólk skulu hava álit á tilbúgvingini í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, og hann hevur tí biðið um tvær frágreiðingar um tilburðin, tá Olshana fór á Flesjarnar, har hon seinni sakk.

Bjørn Kalsø sigur við Útvarpið, at hann hevur fingið eina frágreiðing frá MRCC, Tilbúgvingarstovninum og Fiskiveiðueftirlitinum, og hann vil eisini hava eina frágreiðing frá einum eftirmetingarfundi, sum verður í morgin.

Tá hann hevur fingið frágreiðingarnar,og tær eru kannaðar, fer hann at taka støðu til, hvat gerast skal.

Løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen hevur boðað frá einum fyrispurningi í Løgtinginum, har hann vil hava eina óhefta kanning av tilburðinum við Olshanu.