Olshana næstan tættur

Nú lekur lítil og eingin olja úr russiska trolaranum, sum sakk við Flesjarnar Nógv olja er eftir í tangunum á russiska trolaranum, men nú kemur lítið og einki upp úr skipinum. Oljusperrurnar, ið hava ligið á staðnum, blivu tiknar inn um vikuskiftið fyri veður, og tær eru ikki lagdar útaftur.

Umhvørvisdeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni arbeiðir nú við at skipa eina framtíðar tilbúgving á staðnum, har vrakið liggur.

Samstundis verður arbeitt við at fyrireika útbjóðingina av arbeiðnum at taka oljuna úr skipinum. Fleiri feløg, sum eru áhugað, hava longu spurt seg fyri, sigur Útvarpið.