Olsen: Okkara besti útidystur

– Vit eru ein lítil tjóð á útivølli, og so verða hesi tingini dømd, og vit geva dómaranum møguleikan at døma tey. Men vit kunnu allíkavæl ikki siga, at svenski sigurin var óuppiborin.

 

Tað sigur landsliðsvenjarin hjá Føroyum, Lars Olsen, ið ásannar, at hann ikki sá, hvat hendi í sambandi við svenska brotssparkið ella tá Zlatan tveitti bóltin í andlitið á Gunnari Nielsen.

 

– Men sum heild er hetta besta avrik okkara á útivølli, meðan eg havi verið landsliðsvenjari. Vit stóðu væl í verjupartinum, hóast vit høvdu seks broytingar á liðnum, sigur Lars Olsen.

 

Hoyr samrøðuna við hann niðanfyri: