Heimasíðan, soccernet, hevur sett nøvn á teir 11 venjararnar, sum tey halda eru teir bestu í HM, sum verður spælt í Suðurafrika í summar. Danski Morten Olsen fær góð skoðsmál á síðuni, og er hann millum teir 11 kosnu. Hinir venjararnir á listanum eru Milovan Rajevac (Ghana), Carlos Dunga (Brasil), Joachim Low (Týskland), Ottmar Hitzfeld (Sveis), Marcello Lippi (Italia), Vicente del Bosque (Spania), Marcelo Bielsa (Chile), Radomir Antic (Serbia), Otto Rehhagel (Grikkaland) og Fabio Capello (Ongland)