Nikolaj Peyk hevur gjørt eitt fyribils leikrit, sum skal verða grundarlag undir filminum. Leikstjóri verður Jørgen Lerdam, og hann heldur, at tað verður spennandi at gera eina nýggja, modernaða søgu um Olsen-bandan. Ætlanin er, at teknifilmurin um Olsen-bandan skal frumsýnast á heysti næsta ár.