- Tað er kommunurnar sjálvar, sum taka avgerðina. Men løgfrøðiliga heldur tað ikki.
Tað staðfestir Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelag Føroya.
Sea Shepherd hevur boðað frá, at tey koma til Føroya í summar og í tí sambandi hevur Tvøroyrar býráð samtykt at nokta teimum at brúka teir hentleikar, kommunan ræður yvir, bæði parkeringspláss, svimjihyl, ella nakað annað.
Tað liggur eisini í hesi samtyktini, at skip hjá Sea Shepherd sleppa hvørki at taka proviant og vatn, ella at bunkra olju í Tvøroyrar Kommunu. Tey sleppa ikki so frægt sum inn um havnarmerkið á Trongisvágsfirði, og tíansheldur at bryggju nakrastaðni í kommununi.
Fríggjadagin hevði Kommunufelag Føroya stýrisfund, og Eyðun Christiansen sigur, at á fundinum var spurningurin um Sea Shepherd umrøddur.
Hann sigur, at Kommunufelagið er bara eitt áhugafelag hjá kommununum, og felagið kann tískil ikki áleggja kommununum at fylgja eini ávísari mannagongd.
- Tað verða kommunurnar sjálvar, sum hvør í sínum lagi gera av, hvørjar sømdir Sea Shepherd fær frá teimum, og tað verða kommunurnar sjálvar, sum skulu standa við tað avgerðina, sigur hann.
Men Eyðun Christiansen leggur afturat, at umsitingin í Kommunufelagnum hevur greitt kommununum frá, at lógligt er hetta ikki.
- Tað er ein grundleggjandi fortreyt fyri virkseminum hjá kommununum, at tað er ikki loyvt at gera mismun á fólki, sama, hvaðani tey koma, sigur stjórin í Kommunufelagnum.
- At útihýsa Sea Shepherd er ikki í samsvari við grundregluna um javnbjóðis rætt hjá øllum borgarum til hentleikar hjá kommununi, leggur hann afturat.