Ólóglig prutl mistu nummarpláturnar

Gjáramorgunin kannaði løgreglan prutl við Tofta skúla.

Tvey prutl vórðu sett á rullibrettið hjá løgregluni, sum kannar, hvussu skjótt tey kundu koyra. Tað vísti seg, at annað prutlið var bygnaðarbroytt og varð mált til 46,4 km/t, og tað gav eigaranum eina bót fyri tað. Men av tí at førarin á prulitnum ikki hevði koyrikort, so fær eigarin eisini eina bót fyri at hava latið einum prutlið at koyra, sum ikki hevði koyrikort. Hitt prutlið, sum varð kannað, var í ordan.

Á Toftum fekk ein bilførari bót fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum.

Í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Hoyvík. Tað var eitt prutl, sum rendi á ein parkeraðan lastbil. Førarin fekk ongan skaða, og har vóru øll viðurskifti í ordan, sigur vakthavandi á politistøðini.

Í gjár fekk løgreglan eisini boð um eitt prult, sum lá og koyrdi rund við nógvari ferð og larmaði illa. Viðkomandi, sum boðaði løgregluni frá, segði eisini, hvar prutlið stóð, so tað var lagað manni hjá løgregluni at fara á staðið og fáa fatur á føraranum.

Tað varð sett á rullibrettið, sum vísti, at tað kundi koyra 65,4 km/t. Tí varð nummarplátan tikin og eigarin fær bót fyri at hava bygnaðarbroytt prutlið. Hann má síðan á Akstovuna at fáa prutlið góðkent, áðrenn tað kann fáa nummarplátu aftur.