Olofsson boðað frá, at hann fer

Fyri at greiða møguligar misskiljingar, sum kunnu standast av skriving í bløðunum hesar seinastu dagarnar, skal ein meiriluti í Gøtu Kirkjuráð gera hesar viðmerkingar:

Á fundi í Gøtu Kirkjuráð 10.12.1998 viðgjørdi ráðið bræv frá O. K. Olofson, presti, har hann m.a. gjørdi vart við, at um ikki Hans J. Joensen, bispur, broytti støðu í ávísum spurningum, so sá hann seg noyddan til »at afslutte de nuværende konfirmander, sige op pr. 1. juni 1998 og forlade embedet i slutningen af juli måned«.

Kirkjuráðið gjørdi av at taka hetta hetta til eftirtektar.


Gøtu 08.04.1999

Vegna ein meiriluta í Gøtu Kirkjuráð

Atli Hansen