Peter O. K. Olofson hevur skrivað eina bók um konfirmatiónina. Bókini, sum kallast »Jeg vil følge Jesus ? hele livet. Konfirmandens løfte« er júst komin út, og tala er um eina bók til tey, sum vilja skilja týdningin av konfirmatiónini til fulnar.
? Tá vit hava gjørt eitthvørt arbeiðið, kunnu vit siga, at nú er hatta ikki eftir, og so kunnu vit leggja tað aftur um. Tá tað snýr seg um konfirmatiónina, er tað ikki nakað, sum er yvirstaðið. Tað er beint øvugt, tí konfirmatiónin er ein váttan fyri, at vit vilja halda fram, sigur Petur O.K. Olofson í innleiðingini til bókina.
? Við dópinum vórðu vit doypt til at hoyra til Jesus, og við konfirmatiónini vátta vit, at vit framhaldandi vilja tilhoyra Jesusi og fylgja honum.
20 talur og spurningar
Peter O. K. Olofson hevur í tíð síni í Føroyum skrivað fleiri bøkur og bóklingar um andalig viðurskifti. Fyrr í ár kom bók, har hann greiddi frá lívinum til sjós, og hann hevur eisini skrivað bókling um fosturtøku í hesum árinum.
Í nýggju bókini hevur Olofson savnað 20 av talunum, sum hann helt til konfirmatiónir í kirkjuni í Fuglafirði í árunum, hann var prestur har.
Gjøgnum hesar talur greiðir Olofson frá, hvat konfirmatiónin merkir. Hann vónar eisini, at bókin kann minna tey, sum vóru konfirmerað, fyri nógvum árum síðani á lyftið, sum tey góvu. Kann bókin gera tað, hevur hon tænt sínum endamáli, sigur hann.
Umframt talurnar eru eisini spurningar, sum hann hevur nýtt í sambandi við konfirmatiónirnar hjá sær.
Bókin er givin út á OK-Forlagnum og kostar 130 krónur.