Olmert vil ikki frá

Nú vil hansara egni uttanríkisráðharri hava hann frá, men Ehud Olmert sigur framvegis nei. Trýstið á ísraelska forsætisráðharran herðist í hvørjum, eftir at ein kanningarnevnd er komin til ta niðurstøðu, at forsætisráðharrin hevði als onga ætlan við krígnum við Hizbollah seinasta summar.

Í dag segði Tzipi Livni, uttanríkisráðharri, at Ehud Olmert eigur at leggja frá sær. Hon vísti á, at ísraelska fólkið hevur ikki álit á honum longur.

Meiningakanningar hava víst, at tveir triðingar av ísraelsku veljarunum vilja hava Ehud Olmert frá.