Olmert hóttir Sýrialand

Ísraelski forsætisráðharrin, Ehud Olmert, sigur, at Ísrael fer harðliga til verka, um landið noyðist í kríggj við Sýrialand.

Orðini fullu á einum fundi, sum forsætisráðharrin hevði við uttanríkis- og verjunevndina hjá tinginum. Har segði Olmert, at stjórn hansara hevur ongar ætlanir um at samráðast við Damaskus, tí Sýrialand er fíggindi Ísraels.

-Sýrar vita, at vit steðgaðu á undir átakinum í Suðurlibanon herfyri, men teir vita eisini, at í einum átaki ímótri Damaskus fara vit ikki at steðga á, segði Olmert á fundinum við tingnevndina.

Ísrael vil vera við, at Sýrialand styðjar Hizbollah og letur felagsskapinum ymisk vápn so sum stuttberandi rakettir. Undir krígnum í summar skutu Hizbollah-støðir næstan 4.000 rakettir inn í Ísrael.