Olmert avhoyrast

Í Ísrael hevur løgreglan gjørt av at boðsenda landsins forsætisráðharra, Ehud Olmert, til avhoyringar. Sjónvarpið Aruz 10 veit at siga, at løgreglan ætlar at tosa við Olmert um fleiri mál, sum hava við korrupsjón at gera. Eitt nú hevur løgreglan illgruna um, at Olmert hjálpti nøkrum vinmonnum innan handilslívið, tá bankin Leumi bleiv einskildur. Olmert var fíggjarmálaráðharri tá. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ehud Olmert er settur í samband við korrupsjón, men hann er ongantíð dømdur. Eisini hesa ferð noktar hann seg sekan.