Oljuvirksemi vorðið týðandi partur av vinnulívinum

-Hóast vit onga olju hava funnið enn, so er oljuvirksemi vorðið ein týðandi partur av føroyskum vinnulívi heldur Statoilstjórin Rúni Hansen

Rás 2 spurdi í seinastu tíðindasendingini fyri jól stjóran í Statoil, Rúna Hansen, hvat Føroyar hava fingið burtur úr at vera við í altjóða oljuleiting øll hesi árini?

 

-Oljuleiting tekur langa tíð. Sjálv oljuleitingin við Føroyar hevur ikki givið tað nógva, um vit hugsa um framleiðslu av olju. Men taka vit hetta í øðrum høpi, so hevur tað skapt ein stóran áhuga fyri oljuni, og taka vit í dag øll tey føroysku feløgini, sum eru við í oljuvinnuni, so eru tey ikki so heilt fá. Vit hava tvey føroysk oljufeløg, Atlantic Petroleum og Føroya Kolvetni, sum hava nærum størstu marknaðarvirði av føroyskum fyritøkum, Thor í Hósvík, Justinussenmenninar í Lorvík, sum eru væl á veg inn í offshorevinnuna við góðum skipum, vit hava Pam Offshore, sum hevur nógv fólk í arbeiði í norsku oljuvinnuni, vit hava El-Service, OilSim, sum ferðast kring heim við skeiðum, Atlantic Airways, sum hevur verið sera virkið við flogførum og tyrlum osfr. Vit hava í dag eina rúgvu av feløgum, sum fáa inntøkur frá oljuni. Og so ikki at gloyma allar teir føroyingar, sum arbeiða í oljuvinnuni á heimins høvum og eisini innan leiðandi størv á landi, tvs. bæði hjá oljufeløgum og undirveitarum.

 

Nógv av hesum er íkomið eftir ár 2000, tá fyrsta oljuútbjóðingin gjørdist veruleiki sigur Rúni Hansen hjá Statoil, ið er eitt tað mest virkna oljufelagið á landgrunninum. Og hann heldur fram:

 

Ráðleggingarnevnd legði upp til tað

-So oljuvinnan er í dag ein rímuliga stór vinna í føroyskum høpi. Tað var eisini hetta, sum Oljuráðleggingarnevndin segði í síni tíð, nevniliga at tá vit fóru at leita eftir olju í Føroyum, sjálvt um vit ikki funnu olju, so varð lagt upp til, at man kundi fáa føroyingar inn at arbeiða í oljuvinnuni. Og tað má man siga hevur eydnast í stóran mun staðfestir Statoilstjórin.

 

-Oljufeløgini, sum buðu uppá loyvi, hava alla tíðina vitað, at tað kann vera ein long prosess at finna oljuna, og tí er tað einki ónáttúrligt, at olja ikki er funnin. Tað kunnu ganga nógv ár, áðrenn vit síggja eina framleiðslu, men duga vit at troyta møguleikan, at tað er áhugi fyri Føroyøkinum, og at tað fer at koma ein rættur hugburður, har vit kunnu leypa uppá tann vognin, sum eitur arbeiði tilknýtt oljuvinnu, so er tað avgjørt eitt annað bein at standa á hjá føroyingum, hóast eingin olja er funnin.

 

Taka vit tey føroysku oljufeløgini við, so er oljuvinnan í Føroyum vorðin til eina stóra vinnu, og eitt týðandi búskaparligt bein.

 

Rúni Hansen vísir á, at tað at oljuleiting fór í gongd gjørdi, at fleiri føroyskar fyritøkur fóru at hugsa meira miðvíst í oljuhøpi. Tað er heilt givið, at vit høvdu ikki føroysk oljufeløg í dag, um leitingin ikki varð sett í gongd og ljóskastarin varð settur á hesa vinnu, sum fleiri miðvíst fóru at satsa uppá.