Oljuvirksemi givið ferðafólk

Oljuvirksemi farna ár hevur átt lut í hækkaða ferðafólkatalinum umvegis Vága Floghavn.

Nógv ferðandi vóru um flogvøllin í vágunum farna ár. Tey vóru nevniliga ikki færri enn 250.287 ferðafólk, sum komu og fóru umvegis flogvøllin í 2014 - tað er ein vøkstur á seks prosent í mun til 2013.

 

Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn, segði við Rás2, at vøksturin helst kemur av, at tað er vorðið bíligari at ferðast við atlantsflogi, umframt, at oljuvirksemi eigur lut í hækkaða talinum av ferðandi.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Jákup Sverra Kass.