Nýggj forkvinna í felagnum er Anja Jacobsen, sum tekur yvir eftir Magna Arge. Eli Lassen er nýggjur næstformaður, og hann tekur yvir eftir Gunnbjørn Joensen, sum ikki tók við afturvali. Harumframt telur nevndin Magna Arge, Leif Hovgaard og Jostein Petersen. Christian Danielsen er tiltakslimur. Hetta veit Vinnuhúsið.
Oljuvinnufelagið arbeiðir fram móti at geva føroyskum fyritøkum møguleikar í oljuvinnuni. Málið er at styrkja føroysku fyritøkurnar við at menna og betra um teirra førleikar.
Oljuvinnufelagið varð sett á stovn í 2001. Bert fyritøkur kunnu gerast limir. Endamálið við felagnum er „at savna allar fyritøkur, ið virka innan oljuvinnu til at útinna felags áhugamál og at verja áhugamál limanna.“ Oljuvinnufelagið hevur samband við oljufeløg, myndugleikar og politisku skipanina.









