Oljuvinnan tekur valdið

Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, heldur, at oljufeløgini bróta samtykt hjá løgtinginum við at útihýsa Suðuroynni frá eini útgerðarhavn

- Oljuvinnan kann ikki byrja sítt virksemi í Føroyum við at taka valdið í landinum.

Hetta sigur løgtingsmaðurin, Hergeir Nielsen, nú oljufeløgini hava gjørt av, at ein komandi útgerðarhavn verður ikki løgd á Drelnesi, men í Havn ella á Skálafjørðinum.

- Oljufeløgini ganga beint ímóti tí, sum løgtingið hevur samtykt, heldur tingmaðurin fyri Tjóðveldisflokkin.

- Politiski viljin er, at oljuvirksemið skal verða í útjaðaranum, men tað fyrsta oljufeløgini nú gera, er at útihýsa júst útjaðaranum og leggja útgerðarhavnina í miðstaðarøkinum, sigur Hergeir Nielsen.

Hann heldur, at skulu oljufeløgini byrja við at kollrenna løgtingsins vilja, so er best, at tey halda seg burtur úr Føroyum. Avgerðina um útgerðarhavnina heldur tingmaðurin verða alt annað enn álitsvekjandi.


Elttør skal halda lógina

- Sum tingmenn kunnu vit bara fylgja við og ansa eftir, at løgtingslógir verða hildnar, og eg taki tað sum givið, at landsstýrismaðurin í oljumálum fer at halda landsins lógir, sigur Hergeir Nielsen.

Hann sipar við hesum til, at Eyðun Elttør, landsstýrismaður, skal syrgja fyri, at oljuvirksemið verður lagt í útjaðaranum, og tá talan er um útjaðara í hesum høpi, er tað Suðuroyggin.

Hergeir Nielsen hevur tí als ikki mist mótið um, at Suðuroyggin fær útgerðarhavnina, hóast oljufeløgini í fyrstu syftu hava útihýst Drelnesi.

Løgtingið hevur samtykt, at oljuvirksemið skal verða í útjaðaranum, og tað merkir, at Suðuroyggin skal verða við, heldur Hergeir Nielsen.