1. partur
Hon eitur Randi Frederiksberg og er av Strondum. Í summar bleiv hon liðug sum cand.scient í geografi.
Randi fór undir at skriva serritgerð um tað mundið, tá ein føroysk oljuvinna var nógv frammi í fjølmiðlunum og hon valdi tí at seta fokus á tey árinini, man í øðrum londum hevur havt í samband við eina slíka vinnu. Endamálið við serritgerðini bleiv at lýsa núverðandi støðuna á bústaðarmarknaðinum í Tórshavn og at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri eina marknaðartillaging við einum møguligum oljuídnaði fyri framman. Til at loysa hesa uppgávu nýtti hon royndir úr St. John?s, New Foundlandi, umframt teoretiskar og metodiskar metingar við at nýta Social Impact Assesment, tvs. sosialar árinsmetingar, sum hjálpiamboð. Fyri hesa serritgerð, sum hon vardi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, fekk Randi ikki færri enn tvey rein 13 tøl.
Fyri at fáa tilfar til ritgerðina gjørdi Randi fyrst av at fara á á kanningarferð til Hetlands fyri har at fáa eina mynd av, hvussu oljuvinnan hevði ávirkað hetta lítla oyggjasamfelagið. Men árin av eini oljuvinnu á eitt samfelag er eitt sera stórt øki og tí valdi Randi serstakliga at leggja seg eftir teimum avleiðingum, ið oljuvinnan hevur havt á bústaðarmarknaðin. Men trupulleikin var tann, at tað eru meira enn 30 ár síðani, at oljuvinnan kom til Hetlands og lítið bleiv í tí tíðini gjørt fyri at kanna sosial árin. Randi valdi tí heldur at fara til New Foundlands. Oljumálastýrið kundi eisini viðmæla at brúka New Foundland, nú tað hevði brúkt ráðgevar hagani í sambandi við fyrireikingarnar til eina føroyska oljuvinnu, og nú hesi samfeløgini mintu nógv um hvørt annað á fleiri økjum. Randi var í New Foundlandi í einar tveir mánaðir, har hon savnaði tilfar og gjørdi samrøður.
Oljuvinnan ymisk frá einum landi til annað
Hon gjørdi av at lýsa Newfoundland sum samfelag fyri at skilja bakgrundina fyri oljuútviklinginum í landslutinum og hvussu oljuvinnan tók seg upp har. ?Tað vísir seg, at oljuvinnan er ikki ein og tann sama, hvar hon enn festir røtur. Hon er rættiliga ymisk og serliga í nýggjari tíð hava smærri samfeløg funnið fram til, at tey sjálvi hava møguleika at ávirka oljuvinnuna tvs. at vera við til at forma hana og seta karmarnar - og ikki bara øvugt, har tað er oljuvinnan, sum ásetir krøv og formar samfelagið hon kemur til.
Hetta er kanska eisini munurin millum eitt nú Hetland og New Foundland. Í New Foundlandi var fokus tíðliga sett á árinini. Man hevði nakrar stórar samfelagsligar trupulleikar og roynt varð tí at fáa útviklingin at líkjast tí, sum mest var brúk fyri í samfelagnum. Tí fór Randi sum partur av uppgávuni at kanna samfelagið sum so, tvs. at staðfesta, hvat tað vóru fyri faktorar, sum gjørdu, at man valdi tær og tær loysnirnar í sambandi við oljuvinnuna.
Oljuleitingin byrjaði í New Foundlandi mitt í 60-unum og var stóra oljufeltið Hibernia funnið í 1979 sum boring nr. 60. Síðani eru fleiri nýggj felt funnin. Stóri parturin av oljuútviklinginum er farin fram í St. John?s við undantaki av byggingini av oljupallum.
Hóast New Foundland verður mett sum eitt lítið samfelag, so búgva har ein hálv millión fólk, og samanlíknað við Føroyar skuldi oljuvinnan tí eisini vera rættiliga umfatandi, áðrenn hon merktist á samfelagnum. Harafturat hevur arbeiðsloysið verið stórt, umleið 20% uppá provinsbasis. Nógva staðni í útjaðaranum var tað tó heilt uppi á 80%. Tað var tí lætt hjá oljuvinnuni at skaffa arbeiðsmegi.
Húsamarknaðurin í St. John´s
Randi valdi fyrst at seta ljóskastaran á húsamarknaðin í størsta býnum í New Foundlandi, St. John?s við sínum umleið 170.000 íbúgvum. Har hendi ein ávísur vøkstur í eftirspurninginum eftir húsum, tá oljuvinnan kom. Hesin stavaði mest frá vónum til framtíðina og tí spekulatión, men førdi við sær hækkandi húsaprísir, serstakliga tí at fólk høvdu fingið fleiri pengar um hendi. Ringt er tó at siga, hvussu nógv av hesi hækking stóðst frá oljuvinnuni og hvussu nógv hevði aðrar orsøkir. Tað vísir seg, at fleiri vællønt, sum hava ynskt sær betri hús, hava verið við til at lagt eitt trýst á tann ovara partin av húsamarknaðinum. Soleiðis eru tað fleiri pengar millum fólk, sum hava fingið húsaprísin at hækka og ikki mangul á húsum.
Talið á húsum, sum oljuvinnan hevur havt brúk fyri í St. John?s, er sera lítið í mun til støddina á býnum. St. John?s hevði longu, áðrenn oljuvinnan kom, ein vøkstur í fólkatalinum uppá eini 10% um árið. Tvs. at man í samfelagnum longu var vanur við ein stóran fólkavøkstur, so tann lítli fólkavøksturin, sum kom afturat orsakað av oljuvinnuni, merktist ikki.
Orsøkin til at fólkavøksturin, ið stóðst av oljuvinnuni ikki var størri, var tann, at arbeiðsloysið í provinsinum var so stórt, at stórsti parturin av arbeiðsstyrkini kundi skaffast lokalt og tí flutti ikki so nógv fólk til uttanífrá. Hetta afturat tí, at býurin hevði verið í stórum vøkstri, áðrenn oljuvinnan kom og so tað, at bygging av oljupallinum kom at liggja uttan fyri St. John?s gjørdi, at man fekk atskilt fólkavøksturin frá sjálvum høvuðsstaðnum.
Stórur munur millum Føroyar og New Foundland
Randi heldur fyri, at munurin millum Føroyar og New Foundland er, at vit hava næstan einki arbeiðsloysi, vit eru eitt lítið samfelag og hava ein lítlan høvuðsstað. Árinið á ein bý við 170.000 fólkum verður ymiskt frá einum við l6.000 fólkum. Og so tað at húsamarknaðurin her hjá okkum longu nú vísir stórt stress. Tvs. at tað skal ikki nógv til at sprongja hann.
Tey, sum selja hús, siga, at tað hava ongantíð verið so nógv hús á marknaðinum sum nú og framvegis blíva prísirnir við at hækka. Tað má vera frá eini ella aðrari spekulatión. Fólk eru bangin fyri, at tey fáa ikki tak yvir høvdið, um tey bíða, og húsaprísirnir blíva við at hækka. Tað er ringt at fáa grundstykki, eingir alternativir bústaðarmøguleikar eru, og leigan er sera høg. Tað er við til, at fólk seta seg harðari fyri, enn um tey sóu onkran annan útveg.
Tí eru nakrir heilt stórir munir á støðuni í Føroyum og New Foundlandi. Samstundis var støðan í New Foundlandi so ring, tá oljuvinnan kom, at man politiskt var varugur við, at man hevði ein bólk av arbeiðsleysum og fíggjarliga veikum, sum høvdu brúk fyri og fingu almenna hjálp.
- Samanumtikið haldi eg man kann siga, at oljuvinnan í New Foundlandi hevur verið góð fyri fá og ring fyri fá. Tey, ið hava merkt ringu árinini eru tey, ið keyptu hús ta tíðina, tá ið prísirnir vóru alt ov høgir sum ein avleiðing av forvæntningum til oljuútviklingin og spekulatión. Stórur partur av ágóðanum, sum hevur verið frá oljuvinnuni, er komin av, at tað frá almennari síðu hava verið gjørdar stórar íløgur fyri at fáa oljuvinnuna at skapa hart tiltrongd arbeiðspláss og á tann hátt geva nakað av sær. New Foundland hevur sum landslutur í Kanada havt stórar búskaparligar trupulleikar, og tað var í hesum høpi, at myndugleikarnir sóu eina oljuvinnu sum ein møguleika at betra um støðuna.
Samfelagsliga samansetingin undan oljuvinnu
- Tá munurin er so stórur ber so til at samanbera Føroyar og New Foundland, tá ein oljuvinna tekur seg upp?
- Vit eiga ikki at seta =. Tað er sera týdningarmikið, tá vit í Føroyum skulu læra av útviklingi aðrastaðni, at vit taka hædd fyri samfelagsligu samansetingini, sum er ymsu støðini. Tað er samfelagsliga samansetingin, sum hon er í tíðini fram til tú fær eina oljuvinnu, sum ger av, hvussu tú formar oljuvinnuna, tvs. hvat tú velur av loysnum, hvat tú setur í lóggávuna osfr. Og tað er ymiskt frá samfelag til samfelag. Tað er tann samanhangin, sum vit oftani gloyma. Man kann siga, at tað í New Foundlandi kanska eru fleiri ting, sum víkja frá støðuni í Føroyum. Hinvegin haldi eg eisini man kann læra av tí. Man kann spyrja, hví so fá árin hava verið har! Hvat hevur gjørt, at tey sluppu undan nøkrum av teimum negativu árinunum, sum vit bera ótta fyri í Føroyum! Eisini kunnu vit læra av framferðarháttinum, sum newfoundlendingar hava nýtt yvir fyri oljuvinnuni, sæð í mun til tey mál, sum teir ynsktu, at oljuvinnan skuldi uppfylla/ røkka.
Randi heldur samfelagsliga støðan í Føroyum sum so líkist meira tí í Hetlandi og Skotlandi, tá oljuvinnan kom har: lítil fólkavøkstur, einki arbeiðsloysi og einstáttað vinnulív. Men hví hevur hon so ikki brúkt hesi pláss at sammeta við! Til tað sigur hon, at útviklingurin í Hetlandi og Skotlandi er so mikið gamal, at lítið tilfar finst, og tí er hann ringur at dokumentera, samstundis sum týdningurin av at kanna samfelagslig árin ikki var høgt í metum í 1970?unum, og slíkar kanningar vóru tí ikki hildnar at vera neyðugar í sama mun sum í dag og vóru tí heldur ikki gjøgnumførdar.
Hagtólini tróta
Tá ið ein mynd skal fáast av núverðandi húsamarknaðinum í Havn er høvuðstrupulleikin tann, at alla staðni mangla tøl. Eingi tøl eru fyri leigumarknað, arbeiðsstyrki, lønarstøði, lønarbýti osfr. Tvs. at tá ið tosað verður um árin frá eini oljuvinnu, sum kanska fær lønirnar ella ein part av teimum at hækka ella fær fleiri í arbeiði, so fær tú ikki fylgt við broytingunum, tí tú hevur ikki eina mynd av útgangsstøðuni, tvs. støðuni, sum hon var, áðrenn oljuvinnan hevði nøkur árin. Tí er eisini ómøguligt at siga, um oljuvinnan óbeinleiðis longu nú er orsøk til hækkandi húsaprísir. Hetta kann vísa seg ígjøgnum forvæntningar hjá fólki um, hvussu bústaðarmarknaðurin vil síggja út um nøkur ár, um olja verður funnin í stórum mongdum.
Randi royndi síðani at kanna leigumarknaðin í Føroyum og setti seg í samband við Toll & Skatt fyri at fáa at vita, hvussu nógv uppgeva leiguinntøku. -Ein fólka- og íbúðarteljing bleiv gjørd í 1977 og samanber tú talið á leiguíbúðum tá við talið frá Toll & Skatt í dag, so er tað minkað við meiri enn eini helvt. Tað ljóðar heilt undarligt, tá ið hugsað verður um, at útbúgvingarplássini eru fleiri, fólk giftast seinni, og fleiri liva einsamøll. Tað ljóðar ikki rætt, og man kann ímynda sær, at antin vera leiguinntøkurnar ikki uppgivnar í skatti, ella standa íbúðir tómar. Av tí at eingi tøl finnast, so er ómøguligt at siga, hvør orsøkin er.
Randi kannaði talið á leiguíbúðum í bløðunum og vísti tað seg, at har vóru í meðal 20-25 fólk, ið søktu eftir íbúð pr. dag ? meðan ein eistøk íbúð ella tvær vórðu bodnar til leigu. Hetta undirstrikar, at tað er ein stórur mangul uppá leiguíbúðir. Tey, ið dagliga fáast við at selja bústaðir, hava í bløðunum fyrr greitt frá, at fólk hvønn dag spyrja eftir íbúð, og tað sama hava eigarar av íbúðarblokkum sagt frá. Sosiala deild fær eisini dagliga fyrispurningar. Hetta er tað einasta tú kanst meta teg eftir, og tað ger tað trupult at gera eina uppgávu sum hesa sigur Randi. Sama støða er við húsaleigu. -Man hevur hoyrt um sera høgar leigur, men um gangast skal eftir tølunum frá Toll & Skatt, so er meðal húsaleigan 1.700 kr. um mánaðin, og tað er heilt burturvið. Ikki ein eg kenni hevur eina leigu, sum bara líkist tí.
Ikki er óvanligt at hoyra um húsaleigu uppá 6.000 til 8.000 kr. og onkra heilt upp í 15.000 kr., og tað gevur jú eina heilt aðra mynd. At eindirnar ífylgi Toll & Skatt tískil eru so fáar, samstundis sum húsaleigan er alt ov lág, má koma av, at fólk ikki uppgeva leiguinntøku í skatti ella hava børn og familju búgvandi, ið ikki gjalda húsaleigu.
Stórt trot
Hvat heldur hon so er avgerandi fyri, um oljuvinnan fer at hava ávirkan ella ikki.
- Tað má fyrst og fremst vera struktururin á núverandi marknaðinum og hvørjir møguleikar eru fyri at útbyggja marknaðin við at tillaga hann, um so verður, at vit fáa ein ógvuliga stóran eftirspurning.
Tað finnast ikki nágreinilig tøl fyri núverandi marknaðin, men hann vísir tekin uppá stress, trot á húsum í teimum lægru prísklassunum, manglandi leiguíbúðir og stórt trot uppá alternativar íbúðarmøguleikar.
Hvør er so møguleikin at útbyggja húsamarknaðin? Har hevur hon hugt eftir økjum, sum eru egnað til bygging, arbeiðsmegini og í hvønn mun man hevur fyrisitingarligu orkuna at fremja eina útbygging skjótt.
Trupulleikin er so aftur manglandi tilfar, tá tað snýr seg um øki. Tað finnast ikki tøl fyri, hvussu nógv jørð finst, sum er óbygd og egnað til bygging. Her sipar hon til Havnina, Hoyvík og Argir.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn úttalaði seg herfyri, at heldur núverandi vøksturin fram, verður mangul uppá øki innan stutta tíð. Um hetta hendir kann man vera vísur í, at húsaprísirnir fara at hækka skjótt og nógv.
Síðani er tað arbeiðsmegin. Tann stóri fólkavøksturin, sum hendi í 80-unum, var í stóran mun eitt úrslit av útlendskari arbeiðsmegi, ið kom til Føroya. Hetta vóru m.a. handverkarar og flakafólk. Eftirspurningurin frá teimum eftir bústøðum var heilt øðrvísi, enn tann vit síggja í dag. Tey vóru bert áhugað í leiguíbúðum.
Síðst í 80-unum fóru teir flestu útlendsku handverkararnir av landinum aftur, og tá ið kreppan so rættiliga setti inn í 90-unum fóru eisini nógvir føroyskir handverkarar. Samstundis vóru fáir lærlingar tiknir inn. Tvs. at tað komu ikki nýggir inn fyri teir, sum fóru út av arbeiðsmarknaðinum, og hetta hevur resulterað í, at arbeiðsmegin innan nøkur handverksfak er nógv minni í dag enn í 1980?unum.
Fleiri vilja sleppa heimaftur
Stórur partur av teimum, sum í dag flyta til Føroya, eru vælútbúgvið fólk, sum hava verið uttanlanda - tey, sum tóku útbúgving gjøgnum 80-ini og ikki høvdu møguleika at flyta heim í kreppuni og tey, sum hava lisið gjøgnum 90-ini og nú ætla sær heim, tí arbeiðsmøguleikarnir eru góðir og lønirnar hækka. Tvs. at tað er ein heilt annar bólkur av fólki, sum útger fólkavøksturin í dag enn í 80-unum.
Tey, sum blivu liðug at útbúgva seg í 80-unum, hava kanska verið á útlendska arbeiðsmarknaðinum í nógv ár. Tey eru tískil væl fyri fíggjarliga og hava fingið eina uppsparing, eins og tey, sum nú eru liðug við sína útbúgving kunnu koma heim til góð og vællønt størv. Við øðrum orðum er eftirspurningurin eftir eigaraíbúðum og húsum í dag nógv størri enn í 1980?unum, samtíðis sum orkan innan byggivinnuna er nógv minni.
Randi vísir á, at hetta hevur ført til, at var støðan á húsamarknaðinum ring í 80-unum, so er hon nógv verri nú. Koma so fólk við høgum útbúgvingum og sum eru væl fyri hendir ein miðsavning av teimum hægri útbúnu í Havn. Flestu teirra hava bara arbeiðsmøguleikar í Havn og væntast kann, at hevur man búð uttanlanda leingi, so vilja tey flestu ikki út á bygd aftur. Er einasti møguleiki fyri at fáa tak yvir høvdið at keypa eini hús, sum kosta nærum tað dupulta av tí tey eiga, so gera tey flestu tað, um tey hava møguleika til tess. Men trupulleikin kann tá blíva, at nøkur av teimum, ið longu búgva í Føroyum, sum ikki hava fingið eina uppsparing vegna ringar arbeiðsmøguleikar ígjøgnum 90?ini ella sum hava verið undir útbúgving, verða trýst út av húsamarknaðinum. Tey missa rætt og slætt møguleikan at verða við í kappingini á húsamarknaðinum.
Støðan uttan fyri Havnina
Randi vísir víðari á, at húsaprísir í økjum, sum liggja tætt upp at Havnini, eru eisini nógv hægri enn í øðrum smáum bygdum. Hetta kann koma av, at nøkur velja at flyta til pláss sum t.d. Nólsoy, Kvívík og Kaldbak, tí tey ikki hava ráð til at seta seg fyri 1,5 til 2 mill. kr fyri eini hús í Havn. Um tað yvirhøvir letur seg gera at skaffa fígging til eini tílík hús, so merkir tað í flestu førum, at tú verður skuldarbundin fyri lívið og hevur tá lítið til annað forbrúk.
Úti á hesum bygdum hækka húsaprísirnir so í takt við tann hækkandi eftirspurningin. Tey næstu, sum flyta, skulu tí gjalda teir hægru prísirnar. Fólk verða trýst longur og longur burtur frá Havnini. Húsaprísirnir í Havnini hækka, tað sama gera húsaprísirnir í bygdunum uttanum, men bara seinni. Tvs. at tey, ið eru ringast fyri fíggjarliga, skulu longur út í útjaðaran fyri at finna íbúðarmøguleikar, sum standa til teirra fíggjarliga førleika. Tað merkir, at tað verða tey, sum eru ringast fyri við teimum lægstu lønunum, sum ikki hava møguleika at gjalda tað, ið krevst fyri eini hús. Ein avleiðing av hesum kann verða, at øki, sum geografiskt liggja langt frá Havnini, samstundis sum tey eru illa fyri, td. hvat viðvíkir arbeiðsplássum, fáa tilført arbeiðsmegi, sum tey longu frammanundan hava yvirskot av.
Randi heldur annars, at tiltakið hjá Húsalánsgrunninum og kommununi, um í felag at fara undir at byggja alternativar íbúðir, andeilsíbúðir til ung og eldri, er heilt tann rætta leiðin at fara, men er langt frá at nøkta bara tann núverðandi tørvin.
Spekulatión
Tað er eingin loysn, at nógv hús koma á marknaðin aftrat, tí sum er eru fleiri enn vanligt til sølu, men prísurin er framvegis høgur. Tað eru tí helst mong, sum selja, bara tí at prísirnir eru so høgir. Spekulatión. Tey, ið ikki selja orsaka av at tey flyta av landinum, eru samstundis við til at økja um eftirspurningin ? ivaleyst eftir raðhúsum, ið eru bíligari enn sethúsini ella eftir grundstykkjum, har tú sjálvur kanst byggja til knapt helvtina av tí, sum tú í dag kanst keypa eini sethús fyri.
Um tú fært 20 ella 40 hús afturat á marknaðin frá teimum eldru, sum t.d. skulu í alternativar íbúðir, fer tað ikki at broyta marknaðin, sum hann er. Valmøguleikarnir eru framvegis bara tveir: at keypa eini hús ella eitt grundstykki, har tú sjálvur kanst byggja. Bíðilistin eftir grundstykkjum er langur. Leigumarknaðurin er lítil og húsaleigurnar høgar. Tvs. at alterativið er bara at keypa síni egnu hús.
Randi Frederiksberg undirstrikar, at enn vita vit ikki, um olja, í eini mongd, sum er verd at útvinna, finst í føroysku undirgrundini. Tó kann væntast, at fyrihalda myndugleikarnir seg passivar, og olja verður funnin, sum fer at bera við sær nógvan aktivitet í Føroyum, at vit fáa eina støðu á húsamarknaðinum, har tað bert vera tey, ið eru best fyri økonomiskt, sum fara at seta markið fyri, hvussu nógv prísirnir kunna blíva við at hækka. Tað verða tey, sum hava fíggjarligar førleikar og tey, sum eru best fyri í samfelagnum, sum kunnu koma at búseta seg í Havnini.
Oljufólkini eru føroyingar, ið flyta heim
Hon heldur annars, at tað kann vera eitt sindur misvísandi at tosað verður um hesi útlendsku oljufólkini, sum skulu koma. Vit gloyma, at vit hava nógv vælútbúgvið fólk, sum býr úttanlanda og sum hava nógvar royndir haðani. Tvs. at nógv av oljufólkunum, sum fara at koma til Føroya, kunnu væntast at vera føroyingar úr útlandinum.
Og hon heldur fram: -Føroyska samfelagið hevur brúk fyri, at vit fáa okkara egnu fólk heimaftur, og her er so ein góður møguleiki. Tá er oljuvinnan eitt kærkomið høvi. Men hetta setir stór krøv til eitt nú húsamarknaðin.
Árinini av eini oljuvinnu byrja langt áðrenn tú hevur funnið olju. Tey byrja, tá fólk fara at tosa um ta nýggju vinnuna. Hon stressar fólk og hevur ávirkan á, hvussu tú tilrættaleggur framtíðina. Tvs. at hóast oljuvinnan enn ikki er komin rættiliga í gongd, so setir hon longu nú síni merki á samfelagið og fólk, tí man hevur ávísar vónir til hana ella tí man kanska er bangin fyri henni. Fólk vilja tí innrætta seg eftir tí.
Tað árið Hiberniafeltið varð funnið í New Foundlandi hækkaðu húsaprísirnir í St. John?s við heili 20%. Hækkingin kom av teimum forvæntningum fólk høvdu um, hvat tann nýggja vinnan - sum tey nú vistu við vissu fór at koma - fór at týða fyri húsamarknaðin í býnum.
Hækkingin í húsaprísum kom ikki av einum veruligum bústaðartroti, men fundið av Hibernia fekk fólk at forvænta, at tað vildi koma ein stór mongd av fíggjarliga vælstillaðum oljufólkum uttanífrá. Fólk væntaðu, at eftirspurningurin hjá oljufólkum eftir bústøðum fór at føra ógvusligar príshækkingar og trot á bústøðum við sær, so vanlig fólk ikki fóru at fáa tak yvir høvdið. Tí skundaðu nógv sær út á marknaðin og eftirspurdu húsum, sum tey annars væntaðu, at tey ikki fóru at hava ráð til um nøkur ár. Samstundis fall talið av húsum á marknaðinum. Hetta komst allar helst av, at seljarar væntaðu, at bíðaðu teir eina tíð við at selja, so fór vinningurin helst at verða nógv størri við teimum forvæntaðu hækkingunum. Alt hetta hendi í St. John?s, uttan at har var veruligt bústaðartrot. Hvat kann so ikki henda hjá okkum, um eitt ella fleiri felt verða funnin spyr Randi! ?Vit eru nógv færri í tali, so ikki skulu koma nógv fólk uttanífrá, áðrenn marknaðurin ikki kann bera tað, samstundis sum trot longu er á bústøðum!
(Lesið eisini seinna partin í morgin)