Tað seinasta árið eru fleiri túsund arbeiðspláss horvin í norska oljuídnaðinum, og tað hevur við sær, at mong, sum hava royndir frá slíkari vinnu, leita sær annað arbeiði.
Kunningarleiðarin hjá BP í Noregi, Jan Erik Geirmo, sigur við norska útvarpið, at oljufeløgini mugu fáa fleiri øki at leita í, skulu tey varðveita tað roynda arbeiðsfólkið. Hann heldur, at næstan 2.000 ársverk eru horvin úr oljufeløgunum hetta seinasta árið, og at vinnan sum heild hevur mist næstan 6.000 ársverk. Millum teirra, sum hvørva úr vinnuni, eru jarðfrøðingar og aðrir serfrøðingar, sum eru neyðugir, fyri at vinnan kann finna tær best egnaðu leitingarleiðirnar, sigur Jan Erik Geirmo.
Norsku myndugleikarnir hava boðað frá, at teir fara at boða frá nýggjum leitingarleiðum fyri jól, so oljufeløgini kunnu fáa meiri at gera. Kortini er ymiskt, sum bendir á, at feløgini sleppa ikki at leita á teimum leiðunum, sum tey helst vilja sleppa at seta borin í. Talan er eitt nú um Lofoten, men har siga fiskimenninir nei.