Oljuvinnan kann eisini verða fyri útjaðaraøkini


 

Jákup Egholm Hansen

stjóri, Viking Shipping

Síðani tað av álvara varð settur skjøtul á fyrireikingarnar til eina føroyska oljuvinnu, hevur ein stórur partur av innanhýsis føroyska tjakinum snúð seg um, hvar ein møgulig oljuútgerðarhavn skal liggja. Fyri ymsu økini, ið hava bjóðað seg fram er hetta sjálvandi ein týðandi spurningur, men samstundis tykist tað sum at júst hesin spurningur hevur kávað útyvir aðrar møguleikar innan oljuvinnuna, og tað er spell, tí ein komandi oljuvinna í Føroyum er meira enn spurningurin um plasering av eini útgerðarhavn.

Vágoyggin, sum framvegis kann metast sum partur av útjaðaraøkjunum í Føroyum, inntil fasta sambandið undir Vestmannasund er veruleiki, kemur at fáa ein sjálvskrivaðan lut í oljuvinnuni ígjøgnum tann partin, sum ein oljuvinna kemur at ávirka virksemið á tí almenna flogvøllinum. Tað verið seg flutningur av fólki og útgerð bæði til og frá útlandinum, og við tyrlum til og frá oljupallum.

Men privata vinnulívið í Vágoynni ætlar sær eisini at fáa lut í eini komandi føroyskari oljuvinnu. Vinnulívið í Vágoynni er fyri ein stóran part knýtt at fiskivinnuni, bæði á nær- og fjarleiðum, men seinastu árini hevur okkurt skipið eisini hildið seg framat sum vaktarskip við boripallar í Norðsjógnum og í Ermasundi. Og fyri nøkrum mánaðum síðani var eisini almannakunngjørt, at stovnað var eitt nýtt felag ? Viking Shipping ? sum var úrslitið av eini samstarvsavtalu millum eitt felag í Vágoynni og eitt norskt reiðarí, sum eigur fleiri supply-, standby- og onnur sergjørd skip ið hava virkað innan oljuvinnuna í Norðsjógnum í nógv ár.

Hetta slagið av virksemi ? t.v.s. skip ? er ikki knýtt at einum ávísum stað, men skipini fara hagar sum uppgávurnar eru. Og tað er júst grundtankin hjá føroyska partinum í hesum samstarvinum, P/F Samvinnufelagið í Sandavági, at sjálvandi kann privata vinnulívið í Vágoynni fáa lut í oljuvinnuni sjálvt um ein oljuútgerðarhavn ikki liggur í Vágunum ? m.a. við at fara inn á tænastuveitingar til oljuvinnuna við skipum. Og sama ger seg galdandi fyri onnur útjaðaraøkir í Føroyum.

Slíkar hugsanir og møguleikar at menna útjaðaraøkini eiga føroyskir politikkarar at geva eins stóran gætur, sum spurningurin um oljuútgerðarhavnina hevur fingið. Og fyri Vágoynna, hvørs privata vinnulív í so stóran mun er tengt at fiskivinnuni, vildi luttøkan í skipavirkseminum innan oljuvinnuna, verið við til at skapt eitt fjølbroyttari og minni viðbrekið vinnulív. Tí vóna vit, at eisini oljufeløgini eru sinnað at vísa slík atlit, tá tey skulu gera avtalur við føroyskar undirveitarar á teim ymsu økjunum, har møguleiki er til tess.