Tað hevur verið skipað fyri nógvum fundum, og skeiðvirksemi, heima og uttanlands, seinastu árini.
Tað er ongantíð gjørt nógv greitt hvat vit føroyingar kunna fáa burturúr eini komandi oljuvinnu í Føroyum. Tað sær ikki út til at forrætnings- hndils-, vinnulívi, ídnaðurin, tænastuvirkini, eru nóg væl fyrireikaði til oljuvinnuna í Føroyum. Tað er eingin sum helst meinng í at føroyingar innan okkara oljufyrisiting bjóða øðrum at kappast við okkum, at veita oljufyritøkunum tænastur. Tað kann vera funnist at, at fólk innan nógvar fyritøkur og stovnar sum einki hava við eina oljuvinnu í Føroyum at gera hava tikið lut í fundar- og skeiðvirksemi.
Tað hevði verið í dag meira sømuligt at hesi røktu sítt dagliga arbeiði/starv/tænastur, innan ta almenna, landið, kommunur, ríkið, privata og fingið tað at virka betri.
Tað er ikki minst galdandi myndugleikar og valdir kring landið, t.v.s. lands og kommunal politikarar innan løgting og landsstýri, bý- og bygdarøð. Tað er ikki minst galdandi øll onnur ið dagliga húkla um arbeiðsgevarar, fakfelagsleiðarar og autoritetirnar, at hesi blivu avdúkaði sum samfelagssnúltarar. Tað líkist heldur ikki nøkrum at skúlarnir eru við at undirgrava forrætnings-, handils-, vinnulívið, ídnaðin tænastuvirkini kring landið, á útbúgvingarøkinum ið ein kann koma aftur til.
Tað skuldi eisini kunna latið seg gjørt at fingið eitt oljureinsiverk í Føroyum eins og í Hetlandi, so tað kundi verið føroyingar ið komu at reinsa oljuna við atliti til oljuvinnuna í Føroyum.
Tað verður neyðugt at fáa samskipa okkara vaktar- og bjargingartænastu, sum skal útbyggjast, samsvarandi øðrum londum sum hava samstarv við oljuvinnuna.
Tað skal vera gjøgnum miðvíst fundar og skeiðvirksemi og venjing sum skal fyrireika føroyingar við atliti til vanlukkur á sjógvi og á landi um allar Føroyar.
Hans Birgir Hansen