Ringa veðrið hósdagin varð orsøkin til, at fleiri týðandi fundir kring landið vórðu avlýstir og útsettir. Ein teirra, sum Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag tók stig til - um oljuríkidømi og samfelagslig árin - varð hildin fríggjakvøldið í staðin. Hetta er ikki besta kvøldið til slíkar fundir, og tískil vóru bert fá fólk møtt upp. Hetta var spell, tí talan var um ein heilt øðrvísi panelfund, har politikarar høvdu møguleikar at seta einum paneli við oljufólki, journalisti oø. spurningar.
Millum panelluttakararnar var eisini Jacob Pauli Joensen, sum stendur á odda fyri umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og sum í dag eisini er partur av umhvørvisarbeiðinum í Oljumálastýrinum. Hann helt eitt sera áhugavert innlegg, sum blaðið prentar í fullum líki. Ætlanin er at venda aftur til teir ymsu spurningarnar, sum komu fram undir hoyringini í útvarpshøllini hetta vetrarkvøld.
Jacob Pauli Joensen segði:
-Eg eri boðin at siga okkurt um umhvørvi í samband við tað komandi oljuleitingina og hvussu hetta kann koma at ávirka samfelagið. Mín boðskapur er nokk - at tað er ein grundleggjandi tørvur á umhvørvisfyrisiting í Føroyum og - at ein oljuvinna kann verða við til at menna umhvørvistilvitanina.
Vørumerki
Seinastu nógvu árini hava føroyingar víst á, at fiskurin úr Føroyum verður fiskaður úr heimsins reinasta havi. Hetta er ikki heilt rætt, men hetta hevur borið til, tí vit liggja so fjart frá teimum londum, sum eru okkara marknaðir, og við tí vaksandi tilvitanini um matgóðsku hevur hetta óivað havt týdning fyri søluna. Hetta vørumerkið kann rættuliga koma at standa sína roynd, um Føroyar í framtíðini verða assosieraðar við olju og oljuríkidømi.
Vit standa í dag á gáttini til at móttaka eina vinnu, sum er okkum heilt fremmand - oljuvinnan. Hetta er ein multinational vinna, sum ikki kann sigast at verða rótfest í Føroyum. Eisini hendan vinnan hevur hesi seinastu árini skilt boðskapin frá brúkara- náttúru- og umhvørisverndarfeløgum í Europa og í norður-Ameriku og leggur dent á at fáa eitt grønt - umhvørvisvinarligt - image.
Olja og oljuleiting hevur í nógv ár verið ímyndin av tí dálking, sum allur heimurin er merktur av. Myndir av deyðum fuglum og hópin av fólki, sum lempa oljuevju upp av strendum, av stórbýum, sum eru um at kødna vegna tann nógva bilosan, og til dagsins stóru umhvørvistrupulleikar - veðurlagsbroytingar - hava allir tilknýti til nýtsluna av olju.
Umhvørvisraðfesting
Tað kann tí fella mongum fyri brósti at hoyra, at umhvørvismál eru løgd undir Oljumálastýrið. Men, at hetta er gjørt, kann skiljast soleiðis, at tað ber ikki til at tosa um at fara ígongd við oljuleiting, uttan at øll umhvørvisviðurskiftini eru fingin uppá pláss eisini. Hetta hevur sami ráðharri ábyrgd av, og tað kann hava sínar fyrimunir. Hetta kann eisini síggjast sum eitt tekin um, at umhvørvið enn ikki hevur fingið eitt sjálvstøðugt pláss í tí føroysku fyrisitingini og tí eins væl kann liggja saman við olju sum við aðrari vinnu.
Størsti trupulleikin er, at umhvørvisvernd ongantíð er blivin ein berandi partur av føroyskari fyrisiting. Hóast nýggj umhvørvisverndarlóg varð sett í gildi í 1988, hava umhvørvismál fyrst og fremst verið roknað sum kærumál eins og í tí gomlu skipanini við kommunalum heilsunevndum.
Ætlanin við umhvørvisverndini er tó fyrst og fremst, at øll planlegging, nýgerð og broytingar eru grundað á umhvørvisligar metingar, hetta fyri at fyribyrgja trupulleikum. Í londunum kring okkum hevur umhvørvið leingi staðið sera frammalaga. Danska umhvørvisstýrið hevur skjótt 30 ár á baki, og í seinastu viku helt íslendska umhvørvisráðuneytið sítt 10 ára jubileum.
Hvat er so orsøkin til, at umhvørvisverndarlógin ongantíð er komin til sín rætt her hjá okkum? Eg havi tvey boð: tann skipanarligi tørvurin og tann fíggjarligi tørvurin. Vit hava í dag 3 vinnumálastýri: Fisk, Olju og aðra Vinnu, men einki Náttúru- ella Umhvørvismálastýri. Vit høvdu einaferð eina løgtingsins umhvørvisnevnd, men hendan varð avtikin, tá nýggi bygnaðurin kom í Landsstýrinum. Og at meta eftir teimum fíggjarligu umstøðunum til fyrisiting av náttúru- og umhvørvisvernd, so er hetta fyrisitingarøkið eftir øllum at døma óneyðugt.
Nú skal beinanvegin sigast, at tað eru ítøkilig tekin um, at umhvørvisverndin í dag hevur størri áhuga. Tað hevur t.d. verið uppá tal at vekta umhvørvið soleiðis, at Oljumálastýrið fekk heitið Umhvørvis- og oljumálastýrið. Nýggj havumhvørvislóg varð sett í gildi í heyst, og umleið 15 kunngerðir eru nú ávegis, sum hava tilknýti til havumhvørvislógina. Eisini hevur landsstýrismaðurin í umhvørvismálum avgjørt at niðurseta ein arbeiðsbólk til at gera uppskot til ein umhvørvispolitikk. Harafturat er meira vanligt í dag at senda mál til hoyringar hjá áhugabólkum, t.d. hevur tað verið ein hoyring fyri fiskivinnufeløg og náttúruverndarfeløg, áðrenn útbjóðingarlógin varð løgd fyri tingið, og tað eru eisini ætlanir um at senda onnur mál til hoyringar.
Oljan
Tað, sum er aktuelt, er, hvørjar umhvørvistrupulleikar ein oljuleiting kann føra við sær. Tað er greitt, at ein boring vil hava fleiri útleiðingar í sjógv og luft við sær. Afturat teimum vanligu spillvatnsútleiðingunum og roykútleiðingunum eru útleiðingar av borispónum, altso tað, sum kemur upp, tá borað verður. Knýtt at hesum borispónum er borimóra, sum kann innihalda rættuliga nógv ymisk kemisk evnir. Eisini eru stórar nøgdir av burturkasti frá virkseminum, sum alt skal førast í land til burturbeiningar.
Roknað verður ikki við teimum nógvu boripallunum tey fyrstu árini og vil dálkingin frá rakstrinum tí verða rættuliga avmarkað. Tað eru sjálvsagt altíð vandar fyri óhappum, sum í eini óhepnari støðu kunnu geva stórar dálkingar, her verður hugsað um oljulekar ella brand.
Vit hava longu havt teir fyrstu fundirnar við oljufeløg, har tey fregnast eftir teimum umhvørvistreytum, sum roknast kann við, og har tey hava víst á, hvør teirra umhvørvisligi kunnleiki og dygd er. Vit meta tað alneyðugt, at feløgini hava eina vælvirkandi innaneftirlitsskipan, sum er undir eftirliti frá óheftum felag. Vit taka tað somuleiðis sum givið, at feløgini ikki fara undir virksemi fyrrenn umhvørvisgóðkenning er fingin uppá pláss. Somuleiðis skulu onnur viðurskifti verða fingin uppá pláss, so sum umhvørvisligar árinsmetingar og tilbúgvingarætlanir.
Virkir
Størsta árin frá oljuvirkseminum kann koma at verða dálking frá tí virksemi, sum verður skapt á landi í tilknýti til oljuleitingina. Nærum alt virksemi er í dag uttan tað umhvørvisgóðkenning, sum er ásett í umhvørvisverndarlógini. Harafturat kemur, at ein vøkstur í virkseminum eisini merkir størri nøgdir av burturkasti og útleiðingum í sjógv ella luft. Skal hetta tálmast, má meira orka nýtast til umhvørvisgóðkenningar og til at minka um burturkastnøgdirnar. Nýtsla av avgjøldum fyri at minka nýtsluna og dálkingina og fyri at fíggja umsitingina verður at kalla ikki brúkt í Føroyum, hóast tað er sera vanligt aðrastaðni.
Vit eru ikki illa fyri umhvørvisliga í Føroyum, men vit mangla yvirhøvur at fylgja við í rákinum og gera vart við tær dygdir vit hava og eisini fáa loyst teir umhvørvistrupulleikar vit hava. Vit mugu rokna við, at vit verða oftari og oftari spurd eftir teimum umhvørvisligu umstøðunum. Vert er kanska eisini at nevna, at niðurstøðan hjá dønum í dag er, at teir eru glaðir fyri ta menning av umhvørvistøkni og tann marknaðarfyrimun teir hava fingið við at verða skjótir úti við dálkingarfyribyrgjandi tiltøkum í vinnuni.
Vit kunnu koma at uppliva, at oljufeløg, sum eru von við at hava greiðar mannagongdir fyri umhvørvisvernd sum ein neyðugan part av virkseminum, koma at vísa á tað ósamsvar, sum er í millum tað vit vænta av teimum og tann umhvørvisliga hugburðin tey møta á nógvum føroyskum virkjum og skipum.
Tað ber sostatt til at siga, at oljuvirksemi kann verða við til at geva føroysku fyritøkunum eitt skump soleiðis at tær umhvørvisliga mugu fáa viðurskiftini uppá pláss. Hetta vil so eisini gera tær førar fyri at fara út á marknaðin við einum meira grønum profili. Á henda hátt kann oljuvinnan verða við til at menna føroyska vinnulívið umhvørvisliga.
Tað eru yvaleyst nógvar aðrar broytingar ein oljuvinnu vil hava við sær. T.d. hava vit leingi verið í støðuni sum offur fyri dálking uttanífrá, serliga tá hugsað verður um trupulleikarnar við grindini. Um vit finna olju, fáa okkara umhvørvisreguleringar munandi størri týdning fyri dálkingina í øllum heiminum. Vilja vit tá verða eitt fríøki uttan ov nógvar reguleringar, út frá eini gamlari fatan av, at umhvørvisvernd bara kostar, ella vilja vit tá krevja størsta umhvørvisansni, tí vit liva eisini av havinum.
Vit mugu minnast til, at oljan er eitt avmarkað tilfangi. Tí er umráðandi, at vit halda havið ódálkað og varðveita ímyndina av, at føroyskur fiskur stavar frá heimsins reinasta sjógvi.
Skuldi eg givið eitt boð uppá, hvat skal gerast fyri at hindra ov stórum umhvørvisligum og samfelagsligum avleiðingum av eini oljuvinnu, so er tað at steðga onkrari av teimum stuðuls- ella íløguætlanum, sum eru uppá tal og nýta orkuna til at fáa greiðar málsetningar og mannagongdir fyri náttúru- og umhvørvisverndina og fyri hvussu øll samfelagsøkir kunnu gerast umhvørvisliga burðadygg.
Samanumtikið er mín boðskapur, at umhvørvisfyrisitingin er alt ov veik í dag, og skal ímyndin av Føroyum sum verandi reinar og ódálkaðar varðveitast, so mugu munandi broytingar gerast. Eisini er mín boðskapur, at hóast oljuvinnan er ein ímynd av dálking um allan heim, so kann ein væltilrættisløgd leiting og framleiðsla verða við til at menna umhvørvistilvitanina í Føroyum.