Jan Müller
Dan Petersen, tingmaður fyri javnaðarflokkin í Eysturoynni hevði eisini orðið undir viðgerðini av útbjóðingaruppskotinum. Hann takkaði landsstýrismanninum og fyrisitingini fyri arbeiðið. Hann metti arbeiðið hjá Oljumálastýrinum at vera tað mest professinella arbeiðið, ið er gjørt av allari fyrisitingini í hesum valskeiðnum. Fakliga sterk og við øllum hugsandi og óhugsandi fyrivarnum.
-Verður olja funnin við Føroyar so stendur okkara samfelag fyri tí størstu avbjóðing nakrantíð. Ein avbjóðing, sum føroysk vinna og multinationalar konsernir avgjørt ikki skulu vera einsamallar at taka støðu til og avgerðir um.
Fer oljan at renna, so fer hetta at ávirka samfelagið so grundleggjandi, at tað er óðamannaverk at lata vinnuna einsamalla sæta sær. Tann privata vinnan, føroysk sum útlendsk, hevur ikki skyldu til at taka samfelagsfyrilit. Hon hevur heldur ikki sum sítt fremsta mál at skapa arbeiðspláss. Fremsta endamál er at skapa profitt til partaeigararnar. Og ofta eru vinnulig áhugamál beinleiðis í stríð við samfelagsáhugamál. Vinnan hevur t.d. onga ábyrgd av okkara bústaðarmynstri. Vinnan hevur heldur onga ábyrgd av okkara samfelagsstrukturi sum heild. Við eini komandi oljuvinnu hava vit fyri fyrstu ferð eitt veruligt amboð at stýra uppbyggingini av samfelagnum. Og eitt komandi virksemi má og skal koma øllum landinum til góðar segði Dan Petersen.
Aftofta útjaðaran
Hann segði víðari, at vit mugu síggja í eyguni, at eitt samlað virksemi í meginøkinum fer at avtofta útjaðaran. Og tað er ikki ein vinnuligur men ein politiskur spurningur, um fólk skulu støðast aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum. Tað skal eisini nágreiniliga stýrast, hvussu nógv virksemi vit skulu hava í landinum. Í dag er lítið og einki arbeiðsloysi. Lítil og eingin tøk arbeiðsmegi. Ein nýggj gevandi vinna kemur um vit vilja tað ella ikki at raka okkara traditionellu primervinnu. Tað kann blíva neyðugt at innflyta fremmanda arbeiðsmegi. Heldur ikki her skal vinnan taka støðu einsamøll. Okkurt ræðandi dømi er um onkran lítlan oljustat, har fólkatalið er økt úir 45.000 upp í hálva millión. Her má stýrast eftir øðrum kriterium enn bara profitti fyri eygað. Verður ikki neyv politisk stýring av virkseminum, kunnu føroyingar skjótt enda sum ein minniluti í sínum egna landi. Tí er tað ein politiskur spurningur, hvussu vit leggja okkara land til rættis.
Dan Petersen vísti á, at Javnaðarflokkurin er í hesum grundleggjandi ósamdur við samgonguna. Tað er flokkurin eisini í spurninginum um eitt alment oljufelag.
-Argumentini hjá Oljumálastýrinum ímóti einum slíkum oljufelag sannførir ikki javnaðarflokkin. Gongdin í Onglandi og Noregi er ein fylgja av einum politiskum ráki heldur enn av samfelagsnyttugum áhugamálum. Av Thateriskum og Bondevigskum privatiseringsherindum Verður okkara einasta inntøka treytað av 2% í avgjaldi og 27% í partafelagsskatti kann inntøkan koma at roynast okkum svikalig.
Sum vit vita, so verður bara yvirskotið skattað. Og sum vit eisini vita, so hava partafeløg eini ótrúlig evni at sleppa undan yvirskoti, og sostatt at sleppa undan skatting. Hettta eru heldur ikki smápartafeløg men multinationalir fíggjarserfrøðingar, sum vit skulu til at krevja skatt av.
Dan Petersen vísti á, at politikurin hjá samgonguni er at fólksins ognir verða tillutaðar privatum at spekulera í, og skal tað almenna draga hesar fólksins innaftur, so skal skattgjaldarin betala í dýrum dómum fyri sína egnu ogn.










