Oljuvónir menna Føroyar fyri milliónir

Hóast tað verður rópt “stuðul til vinnuliga førleikamenning”, so er talan ikki um nakra menningarhjálp. Talan er um eitt gjald afturfyri at sleppa at troyta okkara náttúrutilfeingi. Við teimum báðum loyvisumførunum higartil er henda upphæddin blivin til 107,5 mió. krónur

Í samband fyrsta og annað útbjóðingarumfar í føroyskum øki bundu oljufeløgini seg til at gjalda ávísar peningaupphæddir til vinnuliga førleikamenning. Við fyrsta útbjóðingarumfar í 2000 var samlaða upphæddin ásett til 85 mió. krónur, galdandi fyri loyvir fram til 2006. Við aðru loyvisrundu í 2005 var ein upphædd á 14 mió. krónur ásett.

Nøkur av fyrru loyvunum vórðu seinni longd fram til 2009, og tá bundu viðkomandi olju­feløg seg til at gjalda eina eyka­upphædd á góðar 8 mió. krónur. Samlaða skyldan hjá oljufeløgu­num til vinnuliga førleika­­menn­ing var við árslok 2006 sostatt komin upp á 107,5 mió. krónur, vísir ein uppgerð hjá Jarðfeingi, sum Sosialurin hevur fingið innlit í.

Petur Joensen, deildarleiðari á Jarðfeingi, vísir á, at meginpart­urin av hesum peningi longu er játtaður til ymsar verkætlanir, hóast sumt er fallið aftur orsakað av, at verkætlanir ikki eru gjørdar til endans. Eingin dagførd upp­gerð er yvir einstakar játtanir, men eitt sindur av peningi er framvegis tøkur frá útbjóðingar­um­­førunum.

- Tann upphæddin fellur ikki aftur til oljufeløgini, men verður játtað fyrr ella seinni, sigur Petur Joensen.

Golf til vælhavandi ferðafólk

Oljufeløgini umsita sjálv hesar játtanirnar, og tey avgera sjálv, hvørjar verkætlanir tey vilja stuðla. Einasta treytin frá føroysku myndugleikunum er, at peningurin verður játtaður so ella so.

Til dømis er nógvur peningur játtaður til gransking, upplæring, góðskustýring, leiðslumenning, og ymsar útgávur og framleiðsl­ur. Harumframt er stuðul eisini latin til ymsar útbúgvingar úti sum heima. Talan hevur bæði verið um bókligar og praktiskar útbúgvingar.

Til stuttleikar kann nevnast, at tutlað var nógv í krókunum, tá ein golf-stjóri fekk 200.000 krónur í lumman. Men hetta var ikki tað bera fjant og fjas, vísir Petur Joensen á:

- Ætlanin hjá fyrireikarunum var at kanna, um tað ber til at skipa fyri golfspæli í Føroyum, sum eitt tilboð til vælhavandi ferðafólk. Tí var hesin stuðul givin sum menning í ferða­vinnu­høpi, sigur hann.

Úr stóru rúgvuni av verkætla­num, útbúgvingum og persónum, sum hava fingið stuðul til vinnu­liga førleikamenning kunnu nevnast: fjarlestur á Robert Gordon University í Aberdeen, ymsar verkætlanir á Fróðskapar­setrinum, vindorkukanningar hjá SEV, kanningar í samband við alduorku, orðabøkur (Sprotin), Óli Breckmann (bóka­útgáva um skatt), og mangt mangt annað. Ymsu oljufeløg­ini, ella samtøk, hava stuðlað ymsum endamálum hvør í sínum lagi.

Førleikapeningur hevur eisini ført til, at føroyingar nú eru farnir at læra aðrar oljutóðir at leita eftir olju. KT-fyritøkan Simprentis hevur nevnililiga fingið førleikapening til at menna oljuforritið OilSim, sum nú verður brúkt til undirvísing í nógvum heimsins londum.

Gjald fyri at troyta náttúrutilfeingi

Petur Joensen heldur, at orðið “førleikamenning” kann misfat­ast, tí í veruleikanum er talan ikki um menningarhjálp. Hann metir ei heldur, at útlendsku fyritøkurnar meta Føroyar sum nakað menningarland.

- Hugsanin við stuðuli til førleikamenning er, at tað verður hildið rímuligt, at útlendskar fyritøkur, sum koma higar at troyta okkara náttúrutilfeingi, rinda eitt gjald afturfyri, sigur hann.

Hann vísir á, at útlendingar sum koma higar ofta eru sera hugtiknir av, hvussu væl samfelagið er útbygt, hóast Føroyar liggja so forfjónaðar mitt úti í Atlantshavinum.