- Vit hava oljutangan inni í kjallaranum. So tjóvurin hevur kannað nær vit vóru burturstødd, og er síðani farin inn í kjallaran og tømt oljutangan. Eg haldi tað er so langt úti, at fólk soleiðis ganga inn í kjallaran hjá øðrum og stjala olju.
Tað sigur Magda Guttesen úr Sørvági við in.fo, eftir at hon í gjár gjørdi vart við seg á facebook, um at onkur hevði stolið umleið 800 litrar av olju úr oljutanganum.
Á viðmerkingunum undir dagføringini sæst, at talan ikki er um eitt eindømi. Fleiri fólk í Sørvági siga, at tey hava upplivað tað sama, og Magda Guttesen sigur, at hon eisini hevur tosað við fólk í dag, ið greiða frá líknandi hendingum.
Tað sum tó serliga harmar Magdu Guttesen er, at fólk ikki síggja annan møguleika enn at stjala frá øðrum.
- Hetta er ræðuliga keðiligt, og eg eri hørm um, at tað er onkur, ið er so illa fyri, at tey mugu stjala olju frá øðrum. Tað eru aðrir møguleikar enn hetta. Vit liva í einum samfelag har man kann fáa hjálp og søkja hjálp frá tí almenna. Tað má vera betur enn at stjala frá sínum grannum.
Í kjalarvørrinum av stuldrinum hevur Magda Guttesen og familjan avgjørt, at ting framyvir verða gjørd øðrvísi við hús.
- Fyrr hava vit altíð havt lykilin í hurðini, so at børnini kunnu koma inn tá tey vilja, og fólk sleppa á gátt, um tað er neyðugt. Men nú føla vit, at vit mugu læsa húsini, tá vit ikki eru her, og seta lás á sjálvan oljutangan. Men eg eri hørm um, at tað yvirhøvur er neyðugt, sigur Magda Guttesen.