Oljutingið viðgjørdi boringarnar

Oljutingið helt mikukvøldið fund í Listaskálanum. Fyrstu boringarnar og flúgvingin í sambandi við oljuvinnuna í Føroyum stóðu á skránni


 

Ting


Oljutingið er ein tvørfakligur felagskapur fyri fólk og fyritøkur við áhuga og/ella tilknýti til oljuvinnu. Oljutingið kunnar um oljuvinnu og virksemi, ið er knýtt at oljuvinnu við, fyrilestrum og øðrum tiltøkum. Oljufelagið hevur ikki nakað vinnuligt endamál.

Soleiðis stendur at lesa í endamálsorðingini hjá Oljutinginum. Tað er um 200 limir í Oljutinginum.

Mikukvøldið hittust limirnir so til ein fund, har tveir fyrilestrar stóðu á skránni.

Ben Arabo er ein av teimum føroyingunum, sum hevur verið longst við í oljuvinnuni í Føroyum. Hann greiddi á fundinum frá virkseminum hjá Amerada Hess í sambandi við teirra boringar. Hóast hann kanska skuldi havt tosa eitt sindur um boringarnar hjá hinum eisini, so eru hesar so mikið líkar, at hann valdi at taka leggja fram við støði í teirra egna virksemi.

Hann greiddi serliga frá um tann tekniska partin av borivirkseminum. Hann vísti á, hvussu nógv tilfar og útgerð skulu til í sambandi við boringarnar í Føroyum, eins og aðrastaðni. Hann segði eisini eitt sindur um, at at kalla øll teirra útgerð og tilfar kemur úr Aberdeen.

Hann vísti, at á rigginum, sum teir nýta, Sovereign Explorer, so eru 11 av 94 starvsfólkum føroyingar. Hann segði ikki nakað, um teir høvdu fingið nakað úrslit. Aftaná undirstrikaði hann eisini, at hann heldur ikki ætlar at lata tað ?leka? út.

Hin fyrilestrarhaldarin var Magni Arge. Hann greiddi nærri frá teirra leikluti í sambandi við oljuvinnuna í Føroyum.

Hann vísti á, at teir hava gjørt seg nógvar og góðar royndir av arbeiðinum innan oljuvinnuna. Atlantic Airways samstarva í løtuni við Bristow í sambandi við flúgvingina til og frá boripallinum.

Hann segði eisini, at Atlantsflog ætla at bíða við at gera nakrar størri íløgur til teir vita meira um, hvussu boriúrslitið verður.

Næsta tiltakið hjá Oljutinginum verður eitt slag av einum jólahaldi.