Oljutingið í Sjónleikarhúsinum

Undir heitinum ?Til Gaman og Álvara? yvir pallinum í Sjónleikarhúsinum fara umboð fyri føroyskt vinnulív, almennar stovnar, fjølmiðlar oo. í kvøld at røða um Føroyar ár 2006 við atliti til eina komandi oljuvinnu.


Pallborðsfundur

Tað er Oljutingið, sum skipar fyri tiltakinum, ið er fyri limir felagsins. Evnini á fundinum verða vinna og búskapur við atliti til vinnupolitikk og samfelagsárin og mentan við atliti til førleika og tilfeingi.

Við pallborðið, sum snýr seg um vinnu og búskap sita Jørn Astrup Hansen, Herman Oskarson og John Eli Olsen og í pallborðinum, sum snýr seg um samfelagsárin og mentan sita Halgir W. Poulsen, Meinhard Jacobsen og Jan Müller.

Pallborðaluttakararnir fáa 5 min. til hvørt innleggið. Eftir tað verður alment kjak. Orðstýrari er Petur
Even Djurhuus, advokatur.

Umleið 100 fólk hava teknað seg til tiltakið men verður upplýst frá Vinnuhúsinum, at fólk kunnu tekna seg eisini mikudagin. Tiltakið byrjar klokkan 19, tá forkvinnan í Oljutinginum, Ingvør Noløse setur fundin.